Fýra kendir føroyingar um jól

Spurningar til kendar føroyingar um jól og jólasiðir.

Fríða patursson, advokatur, Havn:

Um eg sigi jól, hvat sigur tú so?

“Jólasálmar, angi av nýbakaðum smákøkum, reyðkáli, hugni saman við børnunum. (Hugsið ikki um resið, fyrr enn jólini nærkast av álvara).

Hvørjum heldur tú jól saman við í ár?

Vit halda jól saman við børnunum. Báðar døturnar koma heim úr Danmark, tann eldra sjálv triðja við fitta ommusoninum, sum skal doypast um jólini. Tað gleða vit okkum serliga nógv til. Tað er ikki vist, um mamma og pápi verða hjá okkum í ár – jólasamráðingarnar eru ikki lidnar enn.

Hvat eta tit á jólum?

Jólaaftan dunnu og føroyska gás. Fysta dag stokt ræst kjøt í Kirkjubø, eftir at øll hava verið í kirkju. 2. dag er onki ávíst á skráani. Tá eru øll so mett.

Hvør ger jóladøgurðan?

Eg geri meginpartin, men eru mamma og pápi hjá okkum, brúnkar mamma eplini, og hon hevur altíð ymiskt annað gott við. M.a. randalin, sum er ein íslendsk kaka, sum mamma hevur “føroyskað” uppskriftina til. Kakan kom úr Íslandi til Kirkjubøar við Guðný ( konu Jóannes bónda ). Veit ikki nær, men helst fyri uml. hundrað árum síðani. Upprunaliga uppskriftin er vist nokk loynilig, og mammusa er ein væleydnað eftirgerð.

Hvat drekka tit jólaaftan?

Reyðvín og jólabryggj, sum er jólaøl og sodavatn blandað saman. Tað seinna halda nógv vera løgið, men tað hóskar væl bæði aftur við gás og røstum kjøti.

Nær byrja tit at pynta til jóla?

Leygardagin fyri 1. sunnudag í advent. Tað er ætlanin, men eydnast ikki altíð. Fyrr dámdi mær onki, at fólk pyntaðu tíðliga, men hetta er broytt við tíðini. Jólini eru so stutt, at byrja vit ikki í góðari tíð, er alt yvirstaðið, áðrenn vit vita av.

Hava tit onkran serligan jólasið, sum er serstakur fyri tykkara familju?

Veit ikki, um tað er so serstakt, men onkran sunnudag í advent kemur øll familjan til okkara at gera jólaprýði. Tey fáa okkurt smávegis til matna – altíð tað sama – og dagurin endar við, at børnini baka eina rúgvu av piparnøtum, sum mamma hevur elt. Tað gongur við tí rúkandi ferð hjá teimum smáu.

Jólaaftan klokkan 12 hevur verið fast at fara út á Argjar til verforeldrini til morgunmatar. Í fyrstani helt eg lítið um hendan sið, tí tá eg var barn, settu eg og beiggjarnir okkum oftani fyri, at vit als onki skuldu eta jólaaftan, fyrr enn jóladøgurðin kom fyri um kvøldið. Tá var best at vera ordiliga svangur. Men eg má siga, at sigurin at hittast jólaaftan á middegi er sera hugnaligur og praktiskur eisini. Vit hava jólagávurnar við, og so býta vit um posarnar, í staðin fyri at renna í hvørt hús í síðstu løtu. So stendur jóladøgurðin í ovninum og er stoktur, tá vit koma til hús aftur. Hóast verforeldrini bæði eru farin, hava vit hildið siðin við líka, og eg vænti, at tað verður eisini í ár.

Hvørja jólagávu minnist tú frá tú vart barn?

Minnist best jólapakkarnar frá ommu á Strondum, sum vit systkini fóru á “posthúsið” eftir. Tað vóru næstan altíð bleytir pakkar í, men tað var nakað heilt serligt at bera ta stóru pappeskjuna til hús. Oftani var turt kjøt úr Kunoy í eisini – tað dámdi mammu, tí onki var sum kjøtið norðaneftir.
Haldi, at øll, sum vóru børn í Kirkjubø tá, minnast aftur á, tá bilurin hjá Restorff kom við einum kassa av jólaøli og sodavatni (grønur trækassi) til tey húskini, sum keyptu frá P.A. Restorff. Tað var nakað heilt serligt, og tá vóru jólini bjargað.

Hvat er tað besta við jólum?

Hugnin, at vera saman, útisetar, ið koma heim, í kirkju á jólum, sálmarnir og jólatónleikur, nógvur góður heimagjørdur matur, at lesa bøkur, vitja fólk..

Hvat er tað ringasta við jólum?

At vit grenja ov nógv um jólini, at tey eru so strævin, so dýr, allar gávurnar, vit skulu keypa,osfr. Hvat skuldu vit gjørt, um vit ikki høvdu jólini at glett okkum til hesa myrku og serstakliga regnfullu árstíð?

Hvørja karamellu dámar tær best?

Eti ikki so øgiliga nógvar, men tann í lilla pappíri frá Cadbury er góð.