Karl E. Andreasen, skrivar:
Nú fer túsundárahaldið at vera liðugt, og vit hava minst tað, sum hendi fyri túsund árum síðan, tá ið kristindómurin varð boðaður her á landi, hvar okkara forfedrar tóku við kristnari trúgv. Og nú vit eru komin inn í atventina, hvar vit um nakrar fáar dagar skulu minnast ta stórhending fyri 2000 árum síðan, tá ið Jesus frelsari okkara varð føddur niðri í Bethlehem reivaður og lagdur í eina krubbu, tí ikki var rúm fyri honum í herberginum. Til tross fyri, at hann gjørdist okkum eitt stórmenni við at útvinna okkum frelsuverkið á Golgata. Tá var eitt ljós tendrað, so vit menniskjur kundu finna aftur, tí øll vóru vit vilst sum seyðir.
Mítt størsta og fyrsta minni stendur sólklárt fyri mær enn. Tá ið míni kæru trúgvandi og gudsóttandi foreldur, sum royndu at vra trúgv ímóti tí lyfti tey høvdu givið, at vísa okkum børnum á vegin, sum førdi heim til himmals. Eg hugi eisini við gleði til tey sjey árini, sum eg gekk í mín barnaskúla, har eg var fegin um at fáa ein góðan lærara í kristni. Hesin lærari gekk høgt upp í hetta fak, og eg skilti eisini at lærarin og míni foreldur gingu hond í hond inn fyri, at vit skuldu duga tær leksiur, sum vit fingu fyri frá honum. Men tó ikki so at skilja, at hinar leksiurnar ikki eisini skuldu gerast til lítar. Meg minnist eisini tað góða samband, sum var ímillum skúla og kirkju, hvørs bygningar vóru vígdir til Gud Faðir, Guds Son og Guds Heilaga Anda, hvar presturin var kirkjunar hirði í meinigheitini og lærararnir høvdu til uppgávu at læra okkum børnini, tað okkara forfedrar mettu um skúlaverkið, sum jú var forgarðurin inn til halgidómin.
Mær hugar eisini okkara skúlastjóra sita á orgulbeinkinum í kirkjuni til reiðar at spæla, tá ið kirkjuklokkan kimaði til barnadóp, ringdi til gudstænastu sunnu- og halgidarar, kimaði til hjúnarvígslu og ringdi, tá ið sagt varð farvæl fyri seinastu ferð við ein av okkara bygdafólkum.
Hetta tíðarskeiðið var mær víst at fáa tað álit at skaffa luft til orglið. Tað arbeiði var tá kallað at vera traðkari. Enn síggi eg fyri mær stongina, sum ferðaðist upp og niður við teimum trimum merkjunum á, tí hetta arbeiðið skuldi gerast samvitskufult. Sum eg ofta stóð aftan fyri orglið sá eg mangan mín lærara í kristni koma upp á loftið. Hann hevði altíð nakrar sangfuglar við, kvinnur og menn. Tá ið tey byrjaðu at syngja var sálmasangurin væl samansjóðaður, saman við teim mongu, sum sótu niðri í kirkjuni, sum vóru komin at lýða á tað, sum presturin hevði at siga teimum, ella tá ið deknurin las lestur.
Meg minnist við gleði tíðina sum lá fyri framman, tá ið eg skuldi fáa prestsins hond á høvdið, tí eg sum ungur hevði gjørt av at fara til skips og hetta eydnaðist mær eisini at fara avstað sum fimtan ára gamal. Har kom eg at verða ímillum gudsóttandi menn.
Hvørt leygarkvøld á midnátt var reint dekk. Tá var hvílidagur og hildið heilagt. Eftir góða hvíld samlaðust vit sum heima til gudstænastu, har sálmasangur ljóðaði og ein av manningini las lestur. Um kvøldið var møti hildið við innleiðingi og vitnisburði.
Tann almenna hugsanin umborð var, at vit mistu einki, við at halda heilagt og hvíla sunnu- og halgidagar.
Hetta var eisini sett í samband við orðini úr halgubók, hvar tað verður sagt: ?Søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt annað verða givið tykkum?.
Eftir at hava verið heima um summarið og lagt fisk upp, so var farið aftur til Grønlands, tá kundu vit á heystardegi koma aftur við fullum skipi, umframt at hava lagt fleiri hundrað skippund upp á land í Grønlandi.
Sum árini gingu og eg gjørdist valbarur, varð eg valdur í kirkjuráðið. Tað var áhugavert at koma saman við teim gomlu, sum allir vístu seg at vera tilkomnir menn, sum løgdu fundin í Guds almáttshond. Tí nú galt tað guddommiligheitina, sum skuldi røðast um. Eg gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið teir vístu mær tað álit at gerast formaður í kirkjuráðnum. Eg kom tí at hava tætt samstarv við sóknarprestin og próstin Jákup Dahl. Hesin sami próstur, sum skrivaði søgu í kirkju okkara við at vinna okkum móðurmálinum pláss í kirkjum okkara. Seinni umsetti hann bíbilbók okkara til móðurmálið, sum nú eingin ivi er um, er okkara tjóðarmál.
Tí gjørdist eisini lættari at skilja skriftirnar.
Millum próst og prestin N. J. Rasmussen var sera gott samstarv, tað var tí áhugavert at vera saman við teimum.
Ikki liggur fyri at leggja pennin uttan at nevna tann triðja prestin eftir seinna veraldarbardaga F. Busch hjálparprest. Sum menniskja var hann ein edilingur, og var hann tað ikki minni sum prestur. Ynskiligt var, at hann hevði betri talugávur, men ávísar orsøkir vóru fyri tí, sum eg ikki skal koma inn á, men hann sá eina stóra uppgávu í, sum prestur at virka ímillum okkara ungdóm, sum hann eisini gjørdi trúliga. Hann vitjaði eisini tey gomlu, sjúku og handikappaðu, sum sótu heima og ikki høvdu umstøður at koma í kirkju.
Á sjúkrahúsinum vitjaði hann ofta og títt fyri at bera eina heilsan frá okkara frelsara Jesus Kristus.
Millum hesar omanfyrinevndu Guds tænastumenn var sera gott samstarv.
Tað var eisini orsøkin til, at okkara kirkja sum var bygd í 1866 og útbygd í 1930 árunum. Men kortini var tað mangan hugstoytt at síggja, at mong vóru tey, sum fóru heim vegna plásstrot. Men tá fingu vit tað hugskot at spyrja okkara prestar um at hava tvær Gudstænastur sunnu- og halgidagar, eina fyrrapart og eina seinnapart. Tað gjørdu prestarnir við gleði.
Nevndu prestar vóru eisini trúgvir at koma til møtir í KFUM&K, hóast teir hvørki vóru bidnir at byrjað ella endað møti. Ofta løgdu teir sín vitnisburð av á møtunum. Var bønarmøti boygdu teir knø saman við okkum.
Her kundi mangt annað verið at fest á blað.
Annars vil eg til seinast ynskja føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár, við bøn um at Guds Heilagi Andi má fáa gott rásarrúm í kirkju okkara og í øllum trúgvandi samkomum.