Birgith við Sandá 60 ár 21.07.2012

Ein heilsan til mammu mína úr Spania á 60 ára degnum

Góða mamma, við hesari heilsan vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum. Tað sæst hvørki so ella so á tær, at tú nú er vorðin 60 ár, tú sært enn út sum ein unglingi. Tú hevur altíð verið ein serstakliga vøkur kvinna. Tey sum minnast Solveig ommu og Óla Christian abban á Dalavegnum, vita óiva hvar tú mamma, hevur fingið tín vakurleika frá.
Tú vart einans 16 ára gomul, tá tú burturstødd í Danmark á húsarhaldsskúla, fekk at vita at tú vart við barn fyri fyrstu ferð. Tú vart sjálvandi sum flest aðrar ungar gentur ørkymla um hettar, men tíbetur valdi tú saman við foreldrum tínum at gjøgnumføra barnsburðin, og harvið seta meg í hendan heim. Boðini heim til tini foreldur, um at tú vart við barn, vóru við hjálp frá einari lærarinnu á skúlanum, givin til Føroyar. Omma og abbi, sum tá áttu bert tvey ára gomlu Hannemi, góvu tær fullan stuðul. Abbi segði at babba skuldi ongar barnapengar gjalda, tí babba var tá í læru sum timburmaður, og ynskti abbi at hjálpa tykkum økonomiskt eisini.
Longu sum 28 ára gomul, hevði tú fingið 5 børn. Tey fyrstu árini arbeiddi tú heima, so tú kundi verða um okkum systkin. Eg minnist væl aftur á tíðina á Ternuryggi, har tú seymaði og legði klæðir upp fyri millum annað Skálabúðina. Seinni gjørdist tú dagrøktarmamma á Argjum, og hevði tá ikki minni enn 7 blæðubørn samstundis.
Tú og babba vóru ung tá tit møttust, men tit hava verið eitt eksemplariskt par, ið hava hildið saman við við- og mótgangið øll hesi árini.
Tú og babba hava verið ófør, at roynt ymiskt á lívsleiðini. Tit hava bygt hús og flutt fleiri ferðir, Babba hevur smíða og tú seyma gardinur, polstra møblar og annað. Eitt tíðarskeið í 1993 búðu tit eins og nú í Danmark. Tú hevur roynt at verið í bæði privatari og almennari vinnu, eins og tú eisini hevur havt sjálvstøðugt virksemi, har kann nevnast seymikona á Ternuryggi, Salong Sólbrún á Garðsgøtu við solarium og massagubonki, sølutænastan Ring Inn í Dr. Jacobsensgøtu, bakarísølan Skivan á Landavegnum og annað. Tey mongu seinastu árini, hevur tú verið í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum á sjúklingatænastuni, og veit eg at fleiri sjúklingar hava verið sera glaðir um tí góðu tænastu, tú hevur veitt teimum, tá harðast stóð á.
Vit sum børn hava ongantíð kett okkum, har hevur altíð verið ferð á hjá tykkum báðum, og altíð okkurt nýtt sum skuldi henda.
Tað var við sera stórari sorg, at vit fyri 7 árum síðani fingu at vita, at tú vart vorðin illa sjúk av krabbameini, diagnosan og prognosan móðurmerkja krabbi við spreiðing var sera vánalig, men tíbetur við sterkum vilja, og hjálp bæði frá læknum, alternativa vegnum, og bøn gjørdist tú frísk. Lívið blívur ongantíð tað sama aftur, tað er tíðin áðrenn og aftaná krabbasjúku, plagar tú at siga. Men vit eru so ómetaliga glað fyri, at tú slapp at liva og verða millum okkum. Eitt lítið móðurmerki á rygginum, var við at taka mammu okkara frá okkum. Seinni hevur tú so í samstarv við krabbameinsfelagið, verið í miðlinum, og ávarað onnur um at ansa sær fyri solarium og ovurnýtslu av sólini. Tí hesum hevur tú havt ringar royndir av.
Eg vil takka tær elskaða mamma, fyri alt tú hevur verið fyri meg, og míni 3 børn og ynskja tær alt tað besta og nógv góð ár framyvir. Hopi at babba so væl og virðiliga tjúkklar um teg í Keypmannahavn, har tit bæði hava valt at hildið dagin saman. ----
Beinta