áðrenn Hans Jørgen Djurhuus hevði lagt Víking á odda. Kanska var talan um mál av heldur hepnara slagnum, har hornaspark so ella so varð trýst í málið at enda. Men tað undirstrikar eisini viljan, sum samanlagda [...] eingin ivi um, at lagið er í topp í Gøtum og í Leirvík. Góða úrtøkan seinastu nógvu umførini hevur av álvara flutt Víking fram í oddin av føroyskum fótbólti. Og tað er ikki av tilvild, at so er. Fyrst og [...] buldur og brak, men hóast teir eitt skifti tóktust fáa glið á aftur, so er liði nú aftur í veruligum niðurflytingarvanda. Um venjaraskiftið so fer at fáa ynsktu effektina, er ilt at siga, men nýggir kustar feia
leysur mitt fyri, tá ið hann tveitti seg fram og við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Síðstu løtuna spenti heimaliðið álopsbogan, og eftir horna úr vinstru var tað um reppið, at Ndende stútaði bóltin í málið [...] báðar miðverjarnar. Hann streyk avstað ímóti málinum, og hóast hann varð kroystur av mótstøðumonnum, so eydnaðist tað honum at senda bóltin framvið málverjanum, sum kendi seg noyddan at fara út úr málinum
kunnu víkingar so smátt fara at fyrireika seg til ólavsøkufótbólt. Men fuglfirðingar, sum munnu iðra seg um, at teir ikki kendu sína vitjunartíð fyrra partin av 1. hálvleiki, eiga nýggja roynd um tvær vikur [...] eydnaðist verjuni at verja fyri, og eina ferð stútaði Finnur úr trimum metrum og upp um málið. Ta ferðina stóð Andreas so at siga í bíðirøð! Tað kann vera, at gongdin bar brá av, at hetta var fyrra av tveimum [...] verið størri í grannauppgerðini. Men báðir partar løgdu dent á at spæla fótbólt, og um eydnan hevði verið við heimaliðnum, so kundu teir longu í 1. hálvleiki havt lagt seg á odda. Hanus Eliasen, sum hevur verið
Joensen sparkaði bóltin burtur. Tað tóktist sum um, at heimamenninir hildu, at tað skuldi vera steðgur í spælinum. Soleiðis mettu ágrýtnu fuglfirðingarnir ikki um støðuna. Tað endaði við, at vinstri vongverjin [...] legði flatt innfyri úr høgru, og Dánjal Rói umsetti til mál. Talan er um pøs av køldum vatni í andlitið á ÍF, sum hevur staðið seg so sera væl. 60 min. 0-0 ÍF hevur framvegis greiða yvirvág, og nú hava teir [...] roynt at svara aftur, men talan er framvegis um málleysan javnleik. Eftir langa framlegging frá Súna Olsen var Róaldur Jacobsen leysur, men bólturin fór dygst fram við stólpanum.ÍF vísir framvegis skilagott
talan vera um eitt steyp, sum sum sømir seg einum meistara, og bæði hjá Fa. Eilif Arge og í FSF tykjast tey eisini vera væl nøgd um hetta. Somikið væl nøgd, at talan eftir øllum at døma verður um tíðindafund [...] ndið, og tí heitti FSF aftur á teir um at átaka sær uppgávuna, nú nýtt steyp skuldi finnast. - Eg kannaði sjálvandi fyrst, hvørjir møguleikar vóru, og tað endaði so við, at eg setti meg í samband við Claus [...] uppgávuna, og eftir at hava tosað nakrar ferðir aftur og fram, gjørdi hann trý uppskot, sum vórðu send til FSF. Hesi vórðu væl móttikin, og avrátt var so, at Claus skuldi koma til Føroya á fund við FSF, og
Klaksvík og tap á heimavølli ímóti HB. Tað eru fimm stig frá Víkingi og fram til B36, og harvið er tað seinnapartin talan um so nevndan seks stiga dyst. Miðvallarin Heðin Hansen hevur sæð gula kortið fýra [...] er tað Víkingur. Vit minnast, at síðsta ferðin, vit ikki vunnu, var á útivølli ímóti júst Víkingi, so vit taka avbjóðingina í størsta álvara, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Róaldur Jakobsen, Jónas þór
spæla, so er vandin fyri at FC Hoyvík fer at flyt aniður so at siga eingin. Næstu ferð eigur FC Hoyvík EB/Streym á útivølli. Víkingur hevur 37 stig. Tað eru fimm stig aftur til KÍ og 14 stig fram til NSÍ [...] Síðstu ferðirnar hevur tað verið eitt sindur upp og niður hjá Víkingi, men í kvøld var einki at rafla um. Eftir tap í Gundadali ímóti HB og tap á heimavølli ímóti NSÍ vann Víkingur í kvøld 3-0. Hálvleiksstøðan [...] Víkingur setti hol á. Málskjútti var Jákup Johansen. At hann var við frá byrjan í 1. deild í kvøld ber boð um, at hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu, tá ið besta liðið hjá Víkingi í annaðkvøld fer at spæla
vit illa frá fyrstu løtuni. Um vit skulu hava nakran møguleika í dag, so er tað neyðugt, at vit fyrstu løtuna standa okkum betri. Eg kenni á spælarunum, at teir eru uppsettir, so eg vóni og vænti, at vit [...] Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, plagar at verða tikið til. Dømini eru fleiri um, at tað ikki er eydnast at fáa kalvan innum, hóast hann var undir borðinum ella uppaftur nærri og á stokkinum. Víkinga [...] Argir. Kalvin er á stokkinum. Ongantíð áður í níggju ára søguni hjá felagnum hevur FM heitið verið so nær, sum tað er undan dagsins umfari. Tað er upp til Víking at vinna FM. Treytin er, at úrtøkan verður
lobbarin upp um Geza Turi fór eisini upp um Víkinga málið. Sum heild gjørdist álopsspælið tilvildarligt og lítið hugflogsríkt. Eitt sindur fjáltursstungu heimamenninir royndu við longum sendingum fram til Andrias [...] Olsen, sum Poul Ennigarð og Jonn Thomsen pakkaðu væl inn, og í hinum endanum varð ofta lossað fram í vónini um, at tað skuldi eydnast Bartali Eliasen at syrgja fyri møguleikum og málum. Sum tíðin leið royndu [...] Høgri vongverjin hjá Víkingi, Sverri Jacobsen, legði langa sending fram á mótstøðuhálvuna. Poul Ennigarð tóktist hava tak á støðuni, men so var tað, at innskifti Finnur Justinussen fekk tak á, legði innfyri
trý stig frá NSÍ og fram til KÍ og fýra stig frá NSÍ og fram til B36. Nú er tað greitt, at 07 Vestur fer at enda á níggjunda plássi. Um tað fer at bera niðurflyting við sær valdast um, hvussu tað fer at [...] er FM hýrur í Víkinga leguni. Víkingur hevur í dag vunnið grannauppgerðina í Fløtugerði í Fuglafirði so sannførandi sum 5-1. Undan hesum umfarinum vóru fýra stig frá toppliðnum og aftur til KÍ á næstfremsta [...] við Stórá í Trongisvági, har úrslitið var málleysur javnleikur. Harvið eru tað seks stig frá KÍ og fram til Víking, sum hevur væl betri málmun enn KÍ. B36 vann í dag 3-2 á Skála. Harvið eru tað fimm stig