Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, plagar at verða tikið til. Dømini eru fleiri um, at tað ikki er eydnast at fáa kalvan innum, hóast hann var undir borðinum ella uppaftur nærri og á stokkinum.
Víkinga ferðalagið er á veg úr Leirvík og úr Gøtu og suður í høvuðsstaðin og við kós út á Argir. Kalvin er á stokkinum. Ongantíð áður í níggju ára søguni hjá felagnum hevur FM heitið verið so nær, sum tað er undan dagsins umfari. Tað er upp til Víking at vinna FM. Treytin er, at úrtøkan verður full ímóti longu niðurflutta AB. Tað kann fara at vísa seg, at javnleikur verður nóg mikið, og møguleiki er eisini fyri, at Víkingur vinnur FM, hóast AB vinnur í dag. Men tá er FM sigurin treytaður av, hvussu úrslitið verður í Fuglafirði, har KÍ, sum er einasti FM avbjóðarin, skal spæla.
Fyri løtu síðani fóru tveir bussar úr Leirvík og tríggir úr Sarpugerði proppaðir við væl kløddum og málaðum Víkinga fjepparum. Tað hevur fyrrapartin verið stríður streymur av bilum úr Eystur kommunu og suður í høvuðsstaðin.
Fyri løtu síðani steðgaður væl hýrdir Víkinga fjepparar á steðgiplássinum við Landsvegin í Hósvík. Har varð hoppað og sungið, og tað kendist eingin ivi vera um, at ørindini á Argjum eru at fara eftir FM steypinum og gullkrónunum!
Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi ásannar, at fyri trimum vikum síðani kendist FM møguleikin at vera burtur:
-Síðani summarsteðgin hava allir dystirnir verið finalur, og trýstið hevur verið øgiligt. Vit taptu steypafinaluna ímóti KÍ, og tá ið vit eisini í landskappingini dumpaðu ímóti KÍ, sá tað út til, at møguleikin hjá okkum var burtur. Vit megnaðu at varðveita fokus og fingu nýggjan møguleika, tá ið KÍ dumpaði á Argjum, og vit vunnu finaluna ímóti B36. Nú er ein finala eftir, sigur Sølvi Vatnhamar, og hann heldur fram:
-Vit hava stóra virðing fyri AB, sum plagar at standa seg væl ímóti Víkingi. Tað er altíð nógv fótbóltsprát í Leirvík og Gøtu, og nú er tað uppaftur meiri. Vit hava fokus á tí, sum skal ganga fyri seg á vøllinum. Venjingarnar hava verið, sum tær plaga at vera. Tað ræður um at verða betri í tí, sum vit arbeiða við – bæði á Argjum leygardagin og eisini næsta ár.
Síðani summarsteðgin hevur Víkingur spælt tíggju dystir. Burtursæð frá 2-1 tapinum á heimavølli ímóti KÍ hevur talan verið um fulla úrtøku 27 stig og málmunin 24-4. Sjey ferðir er í hesum tíðarskeiðnum einki mál farið ígjøgnum hjá Geza Turi.
Fyrsti dysturin var 24. juli ímóti AB á heimavølli. Tá var úrslitið 3-0.
Allir Víkinga spælararnir eru tøkir undan stóru finaluni ídag.
Á Argjum iðra tey seg um veruleikan, ið er, at AB næsta kappingarár verður í næstbestu deildini. Tað er ikki greitt, hvør verður venjari næsta ár, og tað er greitt, at fleiri spælarar seinnapartin fara at umboða AB fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfarinum.
AB venjarin Trygvi Mortensen roknar við, at hansara menn fara at taka avbjóðingina ímóti Víkingi í sera stórum álvara:
-Tølini siga, at tað plagar at ganga betri ímóti Víkingi enn ímóti NSÍ. Sunnudagin í Runavík komu vit illa frá fyrstu løtuni. Um vit skulu hava nakran møguleika í dag, so er tað neyðugt, at vit fyrstu løtuna standa okkum betri. Eg kenni á spælarunum, at teir eru uppsettir, so eg vóni og vænti, at vit fara at gera okkara fyri at varðveita FM spenningin, sigur Trygvi Mortensen.
Karstin Højgaard og Gunnar Haraldsen eru framvegis skaddir.