Steyp
Tá HB í fjør vann FM-heitið, vunnu teir samstundis steypið, sum Føroya Bjór hevði latið, til ognar.
Tað merkti so samstundis, at nýtt steyp skuldi finnast, og hetta er ikki nakað, sum bara verður gjørt uttan víðari. Fa. Eilif Arge, sum Magnus Arge rekur, hevur í mong ár havt uppgávurnar at lata skreyt av ymsum slag til Fótbóltssambandið, og tí heitti FSF aftur á teir um at átaka sær uppgávuna, nú nýtt steyp skuldi finnast.
- Eg kannaði sjálvandi fyrst, hvørjir møguleikar vóru, og tað endaði so við, at eg setti meg í samband við Claus Bjerring, sum er høgt virdur listamaður innan hetta økið, greiðir Magnus Arge frá.
- Tað vísti seg eisini, at hann alt fyri eitt var til reiðar at átaka sær uppgávuna, og eftir at hava tosað nakrar ferðir aftur og fram, gjørdi hann trý uppskot, sum vórðu send til FSF. Hesi vórðu væl móttikin, og avrátt var so, at Claus skuldi koma til Føroya á fund við FSF, og at tað tá skuldi takast støða til, hvør steypurin skuldi vera, sigur Magnus.
Gloymska gav seinastu tekningina
Men søgan endar ikki bara her, tí mest sum á veg til fundin komu broytingar í ætlanirnar.
- Claus kom til Føroya ein mikudag, og teir báðar fyrstu dagarnar var hann her norðuri saman við dóttrini. Og tað høvið nýttu vit sjálvandi til at vísa honum nakað av Føroyum.
- Fríggjamorgunin skuldi leiðain so ganga til Havnar, men tá hann skuldi fáa sær morgunmat á Sjómansheiminum kom hann eftir, at klokkan als ikki var flutt. Tað vil siga, at hann stóð ferðabúgvin, ein tíma áðrenn morgunmatarborðið læt upp. Fyri at fáa tíðina at ganga, setti hann seg á kamarið at tekna eitt fjórða uppskot. Hetta var við týðiligum íblástri úr føroysku náttúruni, og tá vit á fundinum so skuldu taka støðu til uppskotini, fullu vit alt fyri eitt fyri hesum fjórða uppskotinum, sigur Magnus.
Sjónligur íblástur
Og á steypinum sjálvum sæst eisini sjónliga, hvaðani íblásturin er komin. Basaltfláirnar í føroyska grótinum eru sjónligar í fótinum á steypinum, sum í aðrar mátar eisini hevur íblástur frá stóru drykkjusteypunum frá víkingaøldini.
Alt í alt tykist talan vera um eitt steyp, sum sum sømir seg einum meistara, og bæði hjá Fa. Eilif Arge og í FSF tykjast tey eisini vera væl nøgd um hetta. Somikið væl nøgd, at talan eftir øllum at døma verður um tíðindafund, tá steypurin verður sýndir almenninginum í komandi viku. Fram til tá mugu áhugað so taka til takkar við at kaga á heimasíðuna, www.clausbjerring.dk, har tað eisini ber ti at síggja handverkið.
Seinastu ferðirnar hevur tað mest sum verið fast, at Føroya Bjór hevur havt sítt navn á FM-steypinum, men tað er ikki víst, at tað eisini verður soleiðis hesaferð.
Í øllum førum sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, at tey enn ikki hava selt navnið á steypinum.