Meistararnir í B36 megnaðu ikki avrikið, sum teir megnaðu í fjør, og sum teir hava víst í tveimum teimum fyrstu umførunum í ár.
Úrslitið í Gundadali var 1-1 ímóti ÍF, sum vísti stórt sjálvsálit og als ikki var komið í Gundadal at verja málleysa javnleikin.
Hóast ÍF var omaná, so var tað B36, ið legði seg á odda, tá ið stórt korter var farið av 2. hálvleiki. Júst innskifti Dánjal Rói Olsen umsetti flatt innlegg úr høgru frá innskifti Bárði Olsen til mál.
Tá var ÍF skelkað eina løtu, men í síðstu løtu eydnaðist tað at javna. Vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard sendi frágera gott langskot í málið. B36 legan var alt annað enn nøgd við støðuna. Heimamenninir hildu, at spælið var steðgað, tí ein av teirra lá skaddur á vøllinum, tá ið Meinhardt Joensen sendi bóltin út av vøllinum. Tað ætlaði hann at gera, men Simon Skibsted hjá ÍF fangaði bóltin, og álopið endaði við, at Jan Ó. Ellingsgaard sendi bóltin í málið.
Hjá B36 tykist tað vera meint, at Jákup á Borg er skaddur, og at Lukasz Cieslewicz noyddist skaddur av vøllinum.
Eftir trý umfør er tað bara Víkingur, sum hevur fulla úrtøku. Víkingur tryggjaði sær trý stig í Sarpugerði, har B68 vitjaði. Úrslitið ber við sær, at Víkingur er einsamalt oddalið, og at B68 framvegis eigur fyrsta stigið til góða, og toftamenn hava heldur ikki skorað nakað mál!
Í Klaksvík endaði tað 1-1. HB legði seg á odda, KÍ svaraði aftur, men HB hevði stóran møguleika at skora sigursmálið. Fróði Benjaminsen tiltuskaði sær brotsspark, men hann misnýtti, tá ið Andras Gango í Kí málinum bjargaði.
Í Runavík endaði tað málleyst. Harvið er FC Suðuroy komið á talvuna við einum stigi.
Fyrsta bríkslið í Streymnesi var klokkan 16, og har var hálvleiksstøðan 0-0.
TB vann sær somuleiðis sítt fyrsta stig í Effodeildini við einum heldur óvæntaðum javnleiki móti EB/Streymi á útivølli. EB/Streymur kom á odda níggju minuttir fyri tíð við málið, sum Egil á Bø skoraði. Í yvirtíðini megnaði TB at javna við brotssparki, sum Bojan Timic skoraði upp á.
----
Liðugt
1-1
92 min.
1-1
Tað er dramatikkur í Gundadali, nú ÍF hevur javnað. Símun Joensen hjá B36 lá skaddur á vøllinum, og Meinhardt Joensen sparkaði bóltin burtur. Tað tóktist sum um, at heimamenninir hildu, at tað skuldi vera steðgur í spælinum. Soleiðis mettu ágrýtnu fuglfirðingarnir ikki um støðuna. Tað endaði við, at vinstri vongverjin Jan Ó. Ellingsgaard sendi bóltin í B36 málið.
Nú er 1-1, og tað verður spælt av lívsins kreftum. 4 minuttir lagdir aftrat,
85 min.
1-0
Tað tykist sum um B36 hevur tak á støðuni. ÍF vísir viljan at arbeiða seg í aftur dystin, men roynda heimaliðið hevur tak á støðuni og brúkar góða tíð til deyðbóltsstøðurnar!
75 min.
1-0
Høgni Eysturoy hjá B36 er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er Heini í Skorini komin inn á miðvøllin, meðan Bárður Olsen er farin á vongverjan í høgru.
B36 er leikliga betri við nú, men heimaliðið hevur ilt við at spæla seg til málmøguleikar.
70 min.
1-0
ÍF skiftir út beinanvegin eftir málið. Clayton Soares er komin inn í álopið fyri miðvallaran Thomas Asmussen.
65 min.
1-0: Dánjal Rói Olsen 64.
Fyrstu ferð hann nært bóltin var tað, tá ið Dánjal Rói Olsen setti bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen. Innskifti Bárður Olsen legði flatt innfyri úr høgru, og Dánjal Rói umsetti til mál. Talan er um pøs av køldum vatni í andlitið á ÍF, sum hevur staðið seg so sera væl.
60 min.
0-0
ÍF hevur framvegis greiða yvirvág, og nú hava teir verið sera tætt við, men stúrarin hjá Simon Skibsted rakti í stólpan!
50 min.
0-0
ÍF hevur lagt fyri í sama lagi, sum fuglfirðingar vístu størsta partin av 1. hálvleiki. Teir hava longu havt spenta hornasparksstøðu, og eitt nú Karl Løkin og Dánjal á Lakjuni eru sera væl upplagdir. Men støðan er framvegis málleysur javnleikur.
46. min
0-0
Bárður Olsen er komin á B36 liðið í staðin fyri Símun Hansen. Tað ber við sær, at Súni Olsen er fluttur longri fram, og Bárður er sentralur miðvallari.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali, har B36 hevur vitjan av ÍF. Fuglfirðingar hava verið sera ágangandi og bragdligir, og teir hava víst stórt sjálvsálit í samanspælinum. Tað hevur borið spentar støður við sær frammanfyri B36 málið, og fleiri ferðir hevur ÍF sent vandamikil hornasparksinnlegg í brotsteigin, men higartil hevur ikki eydnast at skora mál.
40 min.
0-0
B36 hevur roynt at svara aftur, men talan er framvegis um málleysan javnleik. Eftir langa framlegging frá Súna Olsen var Róaldur Jacobsen leysur, men bólturin fór dygst fram við stólpanum.ÍF vísir framvegis skilagott og umhugsað samanspæl.
35 min.
0-0
ÍF er framvegis sera ágangandi, og fuglfirðingar eru beinleiðis í álopsspælinum. Teir hava tiltuskað sær fleiri hornasparksstøður, og Frank Poulsen, sum í dag er verjukendur miðvallari saman við Karl Løkin, hevur lagt góð innlegg, uttan at tað tó hevur eydnast Bartali Eliasen og hinum at skora.
30 min.
0-0
B36 er heilt víst í støðu, sum meistararnir ikki eru so álvuligir við. ÍF er sera ágangandi, og ágrýtni Dánjal á Lakjuni í høgru hevur fleiri ferðir verið um reppið at leggja teir reyðu á odda, men framvegis er støðan málleysur javnleikur.
25 min.
0-0
Fuglfirðingar eru rættuliga bragdligir, og í tveimum førum hevur Dánjal á Lakjuni verið tætt við at skora. ÍF er sera vandamikið, tá ið B36 ikki er serliga sannførandi í uppspælinum og ger mistøk.
15 min.
0-0
B36 hevur havt bóltin størsta partin av tíðini. Heimaliðið hevur havt onkrar hornasparksstøður, men higartil hava teir á heimaliðnum ikki megnað at spæla seg til stóran møguleika.
Besti málmøguleikin hjá ÍF var, tá ið Dánjal á Lakjuni eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Simon Skibsted úr vinstru sendi dygst fram við málinum.
B36: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Sekou Tidiane Souare,Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Atli Danielsen, Súni Olsen - Símun Hansen, Lukasz Cieslewicz
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ó. Ellingsgaard - Frank Poulsen, Karl Løkin - Dánjal á Lakjuni, Thomas Asmussen, Nenad Saric - Simon Skibsted
B36-ÍF kl. 15.00
--
Liðugt
2-0
85 min
2-0
Víkingur hevur misnýtt brotsspark. Innskifti Joseph Bassene varð feldur í brotsteiginum, men Hans Jørgensen bjargaði royndini úr ellivu metrum hjá Atla Gregersen.
75 min.
2-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 75.
Talan var um fína deyðbóltskombinatión eftir at Hans Jørgen Djurhuus var feldur. Bólturin varð trillaður til Kaj Leo í Bartalsstovu, sum úr spískum í vinstri skoraði.
Hálvleikur
45 min.
1-0
B68 hevur verið leikliga omaná, men toftamenn hava ikki megnað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Besta møguleikan átti Víkingur, tá ið Hans Jørgen Djurhuus fyri opnum máli ikki megnaði at umseta innlegg frá Lasse Qvist til mál.
35 min.
1-0
B68 hevur verið rættuliga ágangandi, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa bóltin framvið Geza Turi í Víkinga málinum.
5 min
Hóast heimaliðið beinanvegin legði seg á odda, so tykist B68 ikki vera heilt skelkað. Toftamenn royna at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum.
Í Sarpugerði hevur Víkingur vitjan av B68, og heimaliðið hevur beinanvegin lagt seg á odda. Kaj Leo í Bartalsstovu legði horna innfyri úr høgru, og miðvallarin Evrard Blé setti við høvdinum bóltin í málið umvegis tvørtræið.
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclasen, Evrard Blé, Hsans Jørgen Djurhuus, Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist
B68: Hans Jørgensen - Niclas Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Ndende, Einar T. Hansen - Bjarki Johanesen, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Remi Langgaard - Oddur Højgaard, Christian Høgni Jacobsen
Víkingur-B68 kl. 15.00
---
Liðugt
1-1
90 min
1-1
HB hevur verið eitt sindur omaná, men tað er framvegis javnt. Petur Andreasen er komin í KÍ álopið í staðin fyri Páll Klettskarð. Fyri lítlari løtu síðani hevði Andy Olsen hjá KÍ fína roynd.
80 min.
1-1
HB hevur misnýtt giltan møguleika at leggja seg á odda. Fróði Benjaminsen tiltuskaði sær brotsspark uttarlaga í brotsteiginum. Hann royndi sjálvur úr ellivu metrum, Andras Gango hálvbjargaði, og Fróði Benjaminsen stútaði returbóltin á tværtræið og út til málspark!
75 min.
1-1
Tað gongur rættuliga javnt á, og møguleikar hava verið í báðum endum.
Símun Samuelsen hjá HB var borin av vøllinum, eftir at hann rakti í stólpan, og í hansara stað kom Kristin R. Mouritsen. Andrew av Fløtum er eisini farin út, og Hendrik Rubeksen er komin inn í hansara stað.
Hjá KÍ er Álvur F. Christiansen komin inn í staðin fyri Philip Djurdjevic.
55 min.
1-1
HB hevur verið omaná fyrstu løtuna eftir steðgin, og Símun Samuelsen hevur havt risa møguleika at leggja HB framum, men tað eydnaðist ikki.
Hálvleikur
45 min.
1-1
Tað hava verið tættar og spentar støður í báðum endum. HB hevur havt teir størru møguleikarnar, men Andras Gango hevur staðið væl í KÍ málinum.
35 min.
1-1: Christian R. Mouritsen 35.
Eftir innlegg frá Andrew av Fløtum hálvbjargaði Andras Gango skotroynd frá Halli Hansson, og so var Christian R. Mouritsen fyrstur á returinum.
25 min.
1-0: Kristoffur Jakobsen 23.
Heimaliðið hevur lagt seg á odda. Eftir innlegg royndi Páll Klettskarð seg, Teitur M. Gestson í HB málinum bjargaði, men bólturin stakk út til Kristoffur Jakobsen, sum potaði bóltin í málið.
20 min.
0-0
HB legði bragdligari fyri, og Símun Samuelsen sendi bóltin í tvørtræið. Síðani hevur KÍ ment seg, og bæði Kristoffur Jakobsen og Henry Heinesen hava verið í góðum støðum.
15. min
0-0
KÍ-HB kl. 15.00
KÍ: Andras Gango - Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Philip Djordjevic, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Kristoffur Jakobsen , Páll Klettskarð
HB: Teitur M. Gestson - Tróndur Jensen, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos - Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøe, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum
----
90 min.
0-0
NSÍ hevði greiða leikliga yvirvág, men hóast eitt nú Klæmint A. Olsen hevði risa stóran møguleika, so eydnaðist tað ikki at skora mál, og harvið endaðaði tað málleyst.
FC Suðuroy spælararnir eru sjálvandi fegnir við at hava vunnið eitt stig.
55 min.
0-0
Heimaliðið hevur verið greitt omaná, meðan gestirnir ikki hava havt nakað serligt at bjóða uppá. Fyri lítlari løtu síðani hevði Debes Danielsen risa stóran málmøguleika, men tað er framvegis málleyst.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Síðstu løtuna undan steðginum hevur NSÍ verið omaná, men tað er framvegis málleyst.
35 min.
0-0
Gongdin er tann sama, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.
30 min.
0-0
Talan hevur ikki verið um so nógvar málmøguleikar, men tað er heimaliðið, sum hevur havt tann størsta. Klæmint A. Olsen misnýtti.
15 min.
0-0
NSÍ-FC Suðuroy kl. 15.00
NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen (Pál Mohr Joensen, 33.), Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg, Árni Frederiksberg - Magnus Olsen, Klæmint A. Olsen
FC Suðuroy:
---
90 min.
1-1
Egil á Bø legði heimaliðið á odda stutt fyri tíð, men í yvirtíðini tryggjaði Bojan Timic Tb annað stigið við brotssparki.
45 min.
0-0
Hálvleikur
20 min.
0-0
Heimaliðið hevur havt bóltin størsta partin av tíðini fyrstu løtuna, men higartil hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at spæla seg til upplagdan málmøguleika.
EB/Streymur-TB kl. 16.00
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen, Arnar Dam, Arnbjørn Hansen
TB: Ivan Stojkovic - Tórður Mortensen, Óli Johannesen, Dmitrije Jankovic, Martin Tausen Dan Mortensen, Bárður Dimon, Rógvi Joensen, Gilli Sørensen, Hanus Mortensen, Dan Mortensen Bojan Timic