Fótbóltur
Víkingur skal leita leingi, um teir skulu finna seinasta tapið hjá liðnum. Fyrstu umførini av kappingini var tað bara aðru hvørja ferð, at nøkur úrtøka var til nýggja liðið, men spakuliga er skil komið á, og í løtuni er ikki løgið, um fólk óttast nýggju samanleggingina.
Sunnudagin fekk Víkingur enntá hevnd fyri tapið móti ÍF í Sarpugerði í næsta umfarinum. Eitt tap, sum uttan iva smakkaði illa í Gøtu og Leirvík, og tí mundi sigurin hesa ferð eisini kennast eyka søtur.
Fyrstu trý korterini var annars ikki tað nógva, sum bendi á, at talan skuldi verða um sigur til gestirnar. Gaman í hevði Víkingur bóltin nógv, men tað var ikki tað heilt stóra bitið í álopspartinum. Tá lá munandi betur fyri hjá ÍF. Teir bíðaðu sum longst, og so varð ferð sett á í kvikum kontaspæli, og fleiri ferðir stóð nógv á hjá gestunum.
Og tó at talan var um sjálvmál, sum Atli Gregersen sendi í netið, so var leiðslan hjá fuglfirðingunum væl og virðiliga uppiborin, verður sagt.
Og tað vildi ikki verið nakað forgjørt í, at heimaliðið var á odda undan steðginum, men stórspælandi Sølvi Vatnhamar vildi tað øðrvísi, tá hann stóð fyri upplegginum til málið, sum Zoltan Bukzegy sendi í netið dygst undan steðginum.
Og tað var kanska hetta, sum fekk Víkingarnar at tenda. Í øllum førum vóru teir hamskiftir, tá seinni hálvleikur byrjaði.
Alt fyri eitt vórðu fuglfirðingar trýstir aftur á vøllin, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Hans Jørgen Djurhuus hevði lagt Víking á odda. Kanska var talan um mál av heldur hepnara slagnum, har hornaspark so ella so varð trýst í málið at enda. Men tað undirstrikar eisini viljan, sum samanlagda liðið hevur við sær hvørja ferð, teir fara á vøllin.
Og so var ongan tíð av álvara líkt til, at ÍF skuldi hótta. Seinastu løtuna fluttu teir Bartal Eliasen fram í álopið, og tað gav nøkur veldug op í verjupartinum. Og eftir eitt fyrimyndarligt kontraálop, har Víkingur við kvikum sendingum púrasta útspældi ÍF-verjuna, kundi Andreas Lava Olsen staðfesta sigurin.
Og tað er eingin ivi um, at lagið er í topp í Gøtum og í Leirvík. Góða úrtøkan seinastu nógvu umførini hevur av álvara flutt Víking fram í oddin av føroyskum fótbólti. Og tað er ikki av tilvild, at so er.
Fyrst og fremst, so hevur Víkingur veruliga ment sítt egna konsept, og hesum fylgja spælararnir, líkamikið hvør mótstøðan er. Stríðsviljin, sum altíð hevur eyðkent GÍ, er væl og virðiliga komin við í nýggju samanleggingina, og saman við góðu fótbóltsevnunum, sum eru á liðnum, hevur hetta veruliga fingið liðið at blóma. Andreas Lava Olsen hevur hetta árið tikið stórar yvirskriftir, og nú tykjast spælarar sum eitt nú Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen veruliga at blóma.
Hjá ÍF hevur gongdin verið júst tann øvuta. Fuglfirðingar byrjaðu annars árið við buldur og brak, men hóast teir eitt skifti tóktust fáa glið á aftur, so er liði nú aftur í veruligum niðurflytingarvanda. Um venjaraskiftið so fer at fáa ynsktu effektina, er ilt at siga, men nýggir kustar feia ofta betur, og kanska er tað hetta, sum fuglfirðingar hava tørv á, nú tað av álvara er farið at sansa at hjá teimum.