Fótbóltur
Í dýrdarveðrinum fríggjakvøldið var áskoðaratjøldin óvanliga stór í Sarpugerði. Ársins fyrsti landskappingardystur var á skránni, og spenningurin var eyka stórur, tí tað var í hesi uppgerðini í fjør, at ÍF í fyrstu uppgerðini ímóti samanlagda grannafelagnum fyri fyrstu ferð í næstan tredivu ár vann í Gøtu.
Hesa ferð fóru fuglfirðingar inn um Varmakeldueið við ongum. Víkingur vann 2-0, og tað var serliga í 1. hálvleiki, at heimaliðið var leikliga omaná. Súni Olsen var á sentrala miðvøllinum saman við Sølva Vatnhamar, teir báðir settu ferð á skjótt uppspæl, sum ofta varð vandamikið, sum gjørdist serliga vandamikið, tí vongverjarnir, Sverri Jacobsen og Hanus Jacobsen, arbeiddu hart og luttóku væl í álopsspælarinum.
Sam Jacobsen í høgru og Magnus Skoralíð í vinstru syrgdu fyri breiddini, Símun Louis Jacobsen var næstfremstur, og Andrias Lava Olsen vísti við sínum skjótleika og agressiviteti, hví hann í løtuni verður roknaður at vera okkara fremsti álopsspælari.
Longu eftir seks minuttir lá bólturin aftanfyri Andras Gango í ÍF málinum: Hanus Jacobsen, sum var dúgligur at koma framvið í vinstru, legði eitt sindur forkølað innfyri, og eitt sindur tilvildarliga endaði bólturin hjá Magnusi Skoralíð, sum skoraði ársins fyrsta mál.
Tað kundi væl havt verið størri munur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki, tí heimaliðið hevði verið greitt omaná. Fuglfirðingar høvdu ilt við at finna hvønn annan, miðverjarnir høvdu tað trupult, miðvøllurin var ofta um ein háls í góðum heimaspæli, og Bartal Eliasen, sum var einsamallur á toppinum, hevði torførar treytir millum Niclas Niclasen og Atla Gregersen.
Teir reyðu omaná
Tað var týðuligt, at víkingarnir fegnir vildu hava alt avgjørt beinanvegin eftir steðgin. Tvey hornaspørk bóru spentar støður við sær frammanfyri Andras Gango, men ÍF reið stormin av, og so við og við vóru tað teir reyðu, sum fóru at seta dagsskránna.
Nenad Saric var meiri framrættaður, enn hann hevði verið í 1. hálvleiki, og eftir fríspæling av Frank Poulsen var hann í góðari støðu. Men lobbarin upp um Geza Turi fór eisini upp um Víkinga málið.
Sum heild gjørdist álopsspælið tilvildarligt og lítið hugflogsríkt. Eitt sindur fjáltursstungu heimamenninir royndu við longum sendingum fram til Andrias Lava Olsen, sum Poul Ennigarð og Jonn Thomsen pakkaðu væl inn, og í hinum endanum varð ofta lossað fram í vónini um, at tað skuldi eydnast Bartali Eliasen at syrgja fyri møguleikum og málum.
Sum tíðin leið royndu fuglfirðingar at spenna álopsbogan, og at enda brast hann. Høgri vongverjin hjá Víkingi, Sverri Jacobsen, legði langa sending fram á mótstøðuhálvuna. Poul Ennigarð tóktist hava tak á støðuni, men so var tað, at innskifti Finnur Justinussen fekk tak á, legði innfyri til eisini innskifta Hans Jørgen Djurhuus, sum setti bóltin í netið.
2-0 og heimafagnaður. Trý stig eru týdningarmikil, og avrikið í 1. hálvleiki eigur at geva Víkingi mót um, at tað kann fara at hilnast væl.
Tað eydnaðist ikki ÍF at vinna stigið burtur úr javnleikinum, sum teir leingi høvdu í eygsjón. Men tað fara neyvan at ganga fleiri umfør, áðrenn ÍF væl og virðiliga fer at koma upp á talvuna.