Víkingar tættari ólavsøkuni

Gøtumenn og leirvíkingar fóru úr Fuglafirði við teprum sigri í gjárkvøldið, og nú skal vilja illa til, um tað ikki verða teir, sum ólavsøkudag fara at spæla finalu

Fótbóltur

 

Víkingur tykist hava annað beinið í steypafinaluni ólavsøkudag. 1-0 sigurin í Fuglafirði í gjárkvøldið ber ógvuliga góða útgangsstøðu við sær undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Sarpigerði hóskvøldið 28. mai.

Einsamalla málið skoraði Finnur Justinussen miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann við fremra stólpa smekkaði høvdið undir bóltin, eftir at vongverjin í høgru, Sverri Jacobsen, hevði lagt innfyri.

Málið kom ikki óvæntað. Sum 2. hálvleikur leið, hevði Víkingur spælt seg til fleiri málmøguleikar. Serliga var tað eftir upplegg í høgru, har Sverri Jacobsen ofta bjóðaði seg til í álopspartinum, og har Hans Jørgen Djurhuus, sum vanliga plagar at vera í hinum borðinum, var sera ágrýtin miðvallari.

Bartal Eliasen møtti við sínum sterka høvdi ofta, tá ið bóltarnir vórðu lagdir innfyri, men Andreas Lava Olsen, sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í vinstru, og Finnur Justinussen, sum heilt týðuliga hevur máltevið hjá pápanum (Símun Petur), lúrdu alla tíðina, og teir kundu væl havt fingið uppaftur fleiri mál. Eina ferð vóru tveir víkingar leysir í málteignum, men tað eydnaðist verjuni at verja fyri, og eina ferð stútaði Finnur úr trimum metrum og upp um málið. Ta ferðina stóð Andreas so at siga í bíðirøð!

Tað kann vera, at gongdin bar brá av, at hetta var fyrra av tveimum hálvfinalum soleiðis at skilja, at intensiteturin onkuntíð hevur verið størri í grannauppgerðini.

Men báðir partar løgdu dent á at spæla fótbólt, og um eydnan hevði verið við heimaliðnum, so kundu teir longu í 1. hálvleiki havt lagt seg á odda. Hanus Eliasen, sum hevur verið skaðaplágaður var fremsti maður, og í 1. hálvleiki sendi hann bóltin í stólpan.

Høgni Zachariasen reikaði nógv aftanfyri hann, og sentralt var tað Alexander Jovevic, sum leingi hevur verið skaddur, ið royndi at stýra. Hann vísti seg at hava gott eyga fyri spælinum, men tað sást í 2. hálvleiki, tá ið víkingarnir vóru undirmannaðir, at dystarvenjingin ikki er heilt í toppi enn.

Tað var Atli Gregersen hjá Víkingi, sum sá reytt. Ransin Djurhuus fór í lumman eftir skorpuni, tá ið Tá ið miðverjin mitt úti á vøllinum hevði taklað aftan í frá uttan at hava havt møguleika at røkka bóltin.

Súni Olsen varð tá fluttur aftur í miðverjuna, og hóast heimaliðið síðstu løtuna royndi at trýsta, so eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Geza Turi. Bartal Eliasen varð fluttur fram í ÍF álopið, og tað legði eyka trýst á. Nógv av uppspælinum var í høgru, har Áki Petersen og Nenad Saric vóru fadrar til nógv innlegg. ÍF hevði bóltin á stólpanum, og ta einu ferðina bjargaði Víkingur á strikuni.

Men tað eydnaðist ikki ÍF at skjóta mál, og við 1-0 sigri á útivølli í hálvfinaluni kunnu víkingar so smátt fara at fyrireika seg til ólavsøkufótbólt. Men fuglfirðingar, sum munnu iðra seg um, at teir ikki kendu sína vitjunartíð fyrra partin av 1. hálvleiki, eiga nýggja roynd um tvær vikur.