Tað er øgilig avbjóðing, sum bíðar Víkingi, ið er á veg í Gundadal, har B36 seinnapartin verður vertur.
Árstalsfelagið hevur vunnið átta ferðir á rað – seks ferðir í landskappingini og tvær ferðir í steypakappingini – við samantalda málmuninum 21-4.
Tølini siga, at tvífaldu meistararnir í Víkingi oftast standa seg væl í Gundadali ímóti B36. Síðani felagsliðið hjá leirvíkingum og gøtumonnum var veruleiki í 2008, hevur Víkingur sekstan ferðir spælt í Gundadali ímóti B36. Seks ferðir hevur heimaliðið vunnið, sjey ferðir er Víkingur farin til hús við øllum stigunum, og tríggjar ferðir er tað endað javnt.
-Vit kunnu ikki siga annað, enn at tað hevur gingið heilt væl nógvu tær seinastu ferðirnar. Nú standa Víkingur, NSÍ, KÍ og HB fyri tørni. Tað ljóðar øgiligt, men vit hava sjálvsálit, og nú er tað Víkingur. Vit minnast, at síðsta ferðin, vit ikki vunnu, var á útivølli ímóti júst Víkingi, so vit taka avbjóðingina í størsta álvara, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Róaldur Jakobsen, Jónas þór Næs og Christian R. Mouritsen eru framvegis skaddir. Alex Mellemgaard hevur ikki vant síðstu vikuna, tí hann er sjúkur, og hann verður ikki við ídag.
Hjá Víkingi hevur tað verið upp og niður – javnleikur og tap í ávikavíst landskappingini og steypakappingini ímóti Suðringum, sigur í Klaksvík og tap á heimavølli ímóti HB.
Tað eru fimm stig frá Víkingi og fram til B36, og harvið er tað seinnapartin talan um so nevndan seks stiga dyst.
Miðvallarin Heðin Hansen hevur sæð gula kortið fýra ferðir, og harvið er hann leikbannaður ídag.










