Liljuna Weihe tíðindaleiðara í Kringvarpinum, og Dia Midjord stjóra í Kringvarpinum, 20 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 20.000 krónur í bót í part. Jan Lamhauge journalistur í Kringvarpinum fær 10 dagbøtur [...] krónur í bót og Sveinur Tróndarson, sum var á Portalinum, tá ið málið var uppi, fær eisini 20 dagbøtur á 1.000 krónur, ella 20.000 krónur í bót. Tey skulu eisini rinda Jørgen Niclasen 50.000 krónur í endurgjaldi [...] landsstýrismaður í fíggjarmálum, vann sakarmálið ímóti teimum fýra journalistunum. Hann stevndi tey fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á tollmálinum, har hann var lagdur undir at hava snýtt í tolli. Og Føroya
at bilførarar fáa bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyra, men í ferðslukanningini í Suðuroy hendir tað sermerkta, at ongin bilførari varð tikin fyri at tosa í fartelefon. [...] Nú í tveir dagar hava løgreglufólk verið í Suðuroy og kannað ferðsluna. Eitt nú stóð løgreglan tann eina morgunin fyri teimum sum skuldu til Havnar við Smyrli og kannaði allar bilarnar, sum vóru við. Og [...] nú tølini eru gjørd upp, vísa tey, at løgreglan steðgaði umleið 250 bilum í Suðuroy hesar dagarnar. Og tað vísti seg eisini, at í 50 ella 60 førum vórðu bøtur skrivaðar, tí viðurskiftini vóru ikki eftir
hvussu henda fyritøka kom í lag, hvussu hon treivst, og hví hon gavst við flutningsvirksemi sínum. 23. februar var fundur í Løgtingshúsinum, har fólk fingu í boðið at tekna partapening í felag, sum kundi útvega [...] stovnað. Í 2004 var tað selt íslendska skipafelagnum Eimskip. Bókin hjá Zakariasi Wang er um virsemið og gongdina í Skiapfelagnum Føroyar Hóast felagið hevur veirð nógv umrøtt, er tað, sum hent er í jsálvum [...] felagnum, fáum kunnugt, sigur Zakarias Wang í innganginum til bókina. – Eg havi roynt at viðgera bøvuðstættirnar í hesi tilgongd, soleiðis at tey, sum nú eru uppi á døgum, hava eitt mið at troyta, um tey
Í hesum døgum er framsýning eftir Jack Kampmann í Myndlist í Tórsgøtu 16 í Havn. Við á framsýningini eru oljumálningar í upprunarammum og nýinnrammaðar prentmyndir úr tíðarskeiðinum frá 1960 og fram til [...] tíðina. Jack Kampmann varð føddur í London av donskum foreldrum. Hann vaks upp í USA og varð útlærdur sum málari í Danmark, áðrenn hann slapp á Kunstakademiið í 1933-1934. Í eitt stutt tíðarskeið royndi hann [...] hyllina, við tað at hann av antifasistiskum hugburði meldaði seg sum frívilligan í enska herin. Í 1947 bleiv Jack limur í “Kammeratunum” og árið eftir flutti hann til Føroyar, har málingin av álvara tók
út frá “Gloym meg ei” í Norðragøtu, ið veitir ymisk tilboð til fólk við ymiskum avbjóðingum. Eftir innskrivingina varð boðið til morgundrekka í bygdarhúsinum, og helt borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan [...] Orð og myndir Dávur Winther Í gjár varð skipað fyri ítróttarstevnu fyri fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Hetta er á triðja sinni stevnan er í Lorvík. Ítróttarstevnan, sum er við til at knýta [...] minnum, verður hildin uppá skift millum Vágar, Tórshavn, Suðuroy og Lorvík. Kl. 10 komu fólk í bygdarhúsið í Lorvík úr at kalla øllum landinum. Tey vórðu skrásett, fingu kappingarblusu, ið Betri og Klaksvíkar
nógvar góðar hendur verið uppi í verkætlanini. Hon sigur, at nú neystið er komið undir land, er einki lán í húsinum. - Tað hevur alla tíðina verið okkara mál, at einki lán skal vera í neystinum, tá tað er liðugt [...] seinastu tíðina eisini hava vant í neystinum. - Nú er kappróðrarneystið komið undir land og verður alment tikið í nýtslu á vestanstevnu. Eina Gudmundsen, forkvinna í SÍF, vísir á, at nýggja kappróðrarneystið [...] vinnulívinum í Vágum, og tað eru vit sera takksom fyri. Eina Gudmundsen vísir á, at kappróðrarneystið er bygt í einari hædd og sum fýra lonir, har opið er uppundir tróðurið. - Kappróðrarbátarnir standa í tí eina
Í Brentlandi er jóla- og nýggjaársfótbóltur eitt av hæddarpunktunum í kappingarárinum. Meðan flestu av hinum londunum hava vetrarferiu, so verður spælt av lívsinskreftum í Premier League. 2. jóladag var [...] tí teir ikki fáa hvíld gjøgnum kappingarárið. Níggju dystir eru í dag, meðan ein dysturin verður í morgin. Premier League 19. umfar: Í dag: Tottenham – Manchester United (12:00) Southampton – Chelsea [...] var fult umfar og í aftur í dag, 48 tímar seinni, er aftur fótbóltur. - FIFA og UEFA loyvi ikki at spæla tveir dystir innanfyri 48 tímar. Eg nái ikki at fyrireika liðið til dystin, sigur Louis van Gaal
Í morgun kom eldur í eini summarhús ovast uppi við Sundsvegin í Havn. Løgreglan sigur, at tað vóru fólk í grannalagnum, sum boðaðu frá eldinum og sløkkiliðið varð beinanvegin boðsent. Á sløkkiliðnum siga [...] tey heldur ikki at siga, hví eldur kom í eins og tey heldur ikki vita nakað um umstøðurnar annars. Men tey hava fingið upplýst, at fólk hava sæð ljós í húsunum í gjárkvøldið og tað bendir á, at har hevur [...] har var einki at sløkkja, tí húsini stóðu í ljósum loga tá ið vit komu fram og har stóð einki til at bjarga, siga tey á sløkkiliðnum. Sostatt brunnu húsini heilt í grund. Á Brandstøðini siga tey, at tað er
lógarkravdu útgerðina í bátinum. Sostatt verða teir skuldsettir fyri at sigla ávirkaðir, fyri at stuldur og fyri ikki at hava neyðugu útgerðina í bátinum. Les eisini: Tveir mans í havsneyð sunnanfyri Nólsoynna [...] stolið gummibjargingarbátin, sum hekk á hekkuni á Norðlýsinum, tí teir ætlaðu sær í Sandoynna at vitja fólk. Men teir komu í neyð sunnanfyri Nólsoynna, tí tað rak hart, tað var fitt av vindi og stór alda [...] Fyri eini løtu síðani kom bjargingarbáturin, Lív, inn á Argir við tveimum monnum, sum komu í havsneyð sunnanfyri Nólsoy. Løgreglan tók ímóti teimum, tá ið teir komu til lands, og teir verða nú skuldsettur
Í dag hava vágbingar heiðrað ein av okkara fremstu slóðbrótarum, Nólsoyar Páll. Tað hendi, tá ið ein høvuðmynd av Nólsoyar Páll varð avdúkað á Fløtuni Fríðu í Vági. Tað var á Fløtuni Fríðu í Vági, at Nólsoyar [...] fyrsta skipið, bygt er í Føroyum, tað var í 1804 og tað er Petur Nolsø, sum hevur tikið stig til at reisa hendan minnisvarða eftir Nólsoyar Páll. Húsini hjá Petur Nolsø standa á Krosslið í Vági, og hann sigur [...] ið er enn er til av Fløtuni Fríðu, er garðurin niðanfyri húsini. Og minnisvarðin er settur ovast uppi í garðinum, har Nólsoyar Páll nú stendur og lítur yvir søguríku Fløtuna Fríðu. Tað er Hans Pauli Olsen