Í Brentlandi er jóla- og nýggjaársfótbóltur eitt av hæddarpunktunum í kappingarárinum. Meðan flestu av hinum londunum hava vetrarferiu, so verður spælt av lívsinskreftum í Premier League. 2. jóladag var fult umfar og í aftur í dag, 48 tímar seinni, er aftur fótbóltur.
- FIFA og UEFA loyvi ikki at spæla tveir dystir innanfyri 48 tímar. Eg nái ikki at fyrireika liðið til dystin, sigur Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, um skránna hjá Premier League.
Eisini Gus Poyet, venjari hjá Sunderland, hevur sagt nakað tað sama. Hetta evnið er uppi at venda næstan hvørt ár. Manglandi vetrarsteðgurin hevur gjøgnum tíðina millum annað fingið skyldina fyri, at spælarar í Premier League ikki eru væl fyri, tá HM og EM endaspølini eru, tí teir ikki fáa hvíld gjøgnum kappingarárið.
Níggju dystir eru í dag, meðan ein dysturin verður í morgin.
Premier League 19. umfar:
Í dag:
Tottenham – Manchester United (12:00)
Southampton – Chelsea (14:05)
Aston Villa – Sunderland (15:00)
Hull – Leicester (15:00)
Manchester City – Burnley (15:00)
QPR – Crystal Palace (15:00)
Stoke – WBA (15:00)
West Ham – Arsenal (15:00)
Newcastle – Everton (16.15)
Í morgin:
Liverpool - Swansea (20:00)