Løgreglan steðgaði 250 bilum í Suðuroy

Fleiri fingu bót, men tað sermerkta var, at ongin varð tikin fyri at tosa í fartelefon

 Nú í tveir dagar hava løgreglufólk verið í Suðuroy og kannað ferðsluna. Eitt nú stóð løgreglan tann eina morgunin fyri teimum sum skuldu til Havnar við Smyrli og kannaði allar bilarnar, sum vóru við.

 

Og nú tølini eru gjørd upp, vísa tey, at løgreglan steðgaði umleið 250 bilum í Suðuroy hesar dagarnar. Og tað vísti seg eisini, at í 50 ella 60 førum vórðu bøtur skrivaðar, tí viðurskiftini vóru ikki eftir forskriftunum. Men umframt tað, fingu nakrir bilførarar átalur fyri heilt smá brek.

 

Løgreglan sigur, at talan var um teir vanligur feilirnar, nevniliga, at bilar koyrdu við uppslitnum dekkum, á fleiri bilum vóru perur brostnar, fleiri bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær. Og ein bilførari hevði enntá eitt av teimum gomlu koyrikortunum úr pappíri, tí hann hevði ikki fingið skift tað um til tað nýggja koyrikortið.

 

Nakrir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra við píkadekkum, sum ikki vóru eftir forskriftunum. Hava bilar píkadekk, skal talið á píkum vera nøkunlunda tað sama á øllum dekkunum og er munurin størri enn 25 prosent, fær bilførarin bót.

 

Tað er eisini heilt vanligt, at bilførarar fáa bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyra, men í ferðslukanningini í Suðuroy hendir tað sermerkta, at ongin bilførari varð tikin fyri at tosa í fartelefon.