Fyri eini løtu síðani kom bjargingarbáturin, Lív, inn á Argir við tveimum monnum, sum komu í havsneyð sunnanfyri Nólsoy.
Løgreglan tók ímóti teimum, tá ið teir komu til lands, og teir verða nú skuldsettur fyri fleiri lógarbrot.
Teir høvdu stolið gummibjargingarbátin, sum hekk á hekkuni á Norðlýsinum, tí teir ætlaðu sær í Sandoynna at vitja fólk.
Men teir komu í neyð sunnanfyri Nólsoynna, tí tað rak hart, tað var fitt av vindi og stór alda eftir teirra mátistokki, so teir vunnu ikki upp land, tí hóast teir høvdu leysamotor, róku teir bara longur og longur suður. Men lukkutíð høvdu teir telefon uppi á sær, so teir fingu boð frá sær, so at Lív kundi fara eftir teimum og fáa teir til lands.
Umfamt at hava stolið gummibátin, vóru teir eisini fullir, umframt at teir ikki høvdu lógarkravdu útgerðina í bátinum. Sostatt verða teir skuldsettir fyri at sigla ávirkaðir, fyri at stuldur og fyri ikki at hava neyðugu útgerðina í bátinum.
Les eisini: Tveir mans í havsneyð sunnanfyri Nólsoynna
Teir vóru á ongan hátt fyrireikaðir til eina slíka ferð, sigur løgreglan, tí afturat øllum hinum vóru teir eisini illa ílætnir, so teir vóru bæði kaldir og illa fyri, tá ið Lív fekk bjargað teimum










