Í morgun kom eldur í eini summarhús ovast uppi við Sundsvegin í Havn. Løgreglan sigur, at tað vóru fólk í grannalagnum, sum boðaðu frá eldinum og sløkkiliðið varð beinanvegin boðsent.
Á sløkkiliðnum siga tey, at tað var so heppið, at tey høvdu akkurát grivið fyri kava og samstundis var ein vegastubbi so mikið nær húsunum, at slangurnar rukku. - Sostatt gekst væl at sleppa framat at sløkkja, siga tey á sløkkiliðnum.
Men har var einki at sløkkja, tí húsini stóðu í ljósum loga tá ið vit komu fram og har stóð einki til at bjarga, siga tey á sløkkiliðnum. Sostatt brunnu húsini heilt í grund.
Á Brandstøðini siga tey, at tað er so heitt, at tey hava ikki havt umstøður til at kanna tær útbrendu toftirnar. Tískil vita tey heldur ikki at siga, hví eldur kom í eins og tey heldur ikki vita nakað um umstøðurnar annars.
Men tey hava fingið upplýst, at fólk hava sæð ljós í húsunum í gjárkvøldið og tað bendir á, at har hevur fólk verið har tá. Men løgreglan hevur fingið upplýst frá eigaranum, at eingin hevur verið har í nátt. - Vit fara at kanna toftirnar nú tað er kólnað aftur, siga tey á brandstøðini.
|










