23. februar í 1919 var Skipafelagið Føroyar stovnað.
Leygardagin vóru 100 ár liðin síðani Skipafelagið Føroyar varð stovnað – og endamálið var at taka sær av millumlandasigling.
Uppskotið fekk góða undirtøku, og Skipafelagið Føroyar var stovnað. Í 2004 var tað selt íslendska skipafelagnum Eimskip.
Bókin hjá Zakariasi Wang er um virsemið og gongdina í Skiapfelagnum Føroyar Hóast felagið hevur veirð nógv umrøtt, er tað, sum hent er í jsálvum felagnum, fáum kunnugt, sigur Zakarias Wang í innganginum til bókina.
– Eg havi roynt at viðgera bøvuðstættirnar í hesi tilgongd, soleiðis at tey, sum nú eru uppi á døgum, hava eitt mið at troyta, um tey vilja fáa naað at vita um virksemið hjá hesum felag og um tað samfelag, tað var ein partur av, sigur hann.
Viðgjørt verður, hvussu henda fyritøka kom í lag, hvussu hon treivst, og hví hon gavst við flutningsvirksemi sínum.
23. februar var fundur í Løgtingshúsinum, har fólk fingu í boðið at tekna partapening í felag, sum kundi útvega Føroyum eitt farmaskip – endmálið var at savna saman 300.000 kr í privatum partapeningi – ein upphædd, sum í dagsins peningi hevði svarað til eina 300 milliónir krónur.
Úrslitið var Skipafelagið, sum privatfólk og Løgtingið stovnaðu við 350.000 kr frá hvørjum parti.