Í dag hava vágbingar heiðrað ein av okkara fremstu slóðbrótarum, Nólsoyar Páll. Tað hendi, tá ið ein høvuðmynd av Nólsoyar Páll varð avdúkað á Fløtuni Fríðu í Vági.
Tað var á Fløtuni Fríðu í Vági, at Nólsoyar Páll stóð fyri at byggja fyrsta skipið, bygt er í Føroyum, tað var í 1804 og tað er Petur Nolsø, sum hevur tikið stig til at reisa hendan minnisvarða eftir Nólsoyar Páll.
Húsini hjá Petur Nolsø standa á Krosslið í Vági, og hann sigur, at tað, ið er enn er til av Fløtuni Fríðu, er garðurin niðanfyri húsini. Og minnisvarðin er settur ovast uppi í garðinum, har Nólsoyar Páll nú stendur og lítur yvir søguríku Fløtuna Fríðu.
Tað er Hans Pauli Olsen, listamaður, sum hevur gjørt høvuðmyndina og rættiliga fitt av fólki varð samankomið, nú myndin varð avdúkað.
Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og síðani greiddi Hans í Líðini frá um Nólsoyar Páll og tann týdning, hann hevði Til høvið hevði Niels Petur Nolsøe eisini yrkt ein sang og harafturat sang Kirkjukórið Ljómur
Tá ið Petur Nolsø avdúkaði høvuðmyndina, fortaldi hann fólkinum sum vóru samankomin, at knívurin, hann skar bandið av við, var ein knívur, Nólsoyar Páll hevði átt.
Síggj fleiri myndir frá hátíðarhaldinum við at trýsta HER
|