hevur vunnið aðru hvørja ferð og tapt aðru hvørja ferð. Fyri einari viku síðani tapti B71 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi, sum við sigrinum lyfti seg framum B71. Í dag fer Víkingur at spæla í Gundadali ímóti [...] deildini. Um eina viku - leygardagin 30. juni - verður sekstanda umfar, og tá verður punktum sett fyri kappingina hesumegin summarsteðgin. Støðutalvan sigur, at KÍ er ovast, og at ÍF er næstovast. Seinnapartin
er eitt stig fram til HB og Skála, sum hava 29 stig. Harvið er tað framvegis møguleiki fyri hjá B71 at vinna seg fram á sætta pláss. Tá ið ÍF hevur fingið handað gullkrónur og steypið, sum eingin er áhugaður
Hópurin hjá ÍF fer til Suðuroyar í kvøld fyri at verða væl fyri til uppgávuna ímóti FC Suðuroy vesturi á Eiðinum í Vági. - FC Suðuroy hevur fingið nøkur stig á heimavølli, og teir eru ikki lættir at syfta
mest spennandi í nógv ár. 4 lið liggja væl fyri í kappingini: Mjølnir, ÍF, Fram og Fleyr. Bara SÍ letur til ikki at kunna fylgja við. Hjá ÍF liggur serliga væl fyri. Liðið tapti fyrsta dystin í landskappingini [...] SÍ megnaði at fylgja ÍF og var enntá eisini frammanfyri, men tá ið hálvt settið varð farið, tók ÍF seg nakað framum, og tað var nóg mikið. Nakrar óneyðugar villur á SÍ-liðnum kostaðu dýrt. Gongdin var tann
at tað verður neyðugt at styrkja liðið, um tað skal hava møguleika at standa seg í bestu deildini, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís, at fuglfirðingar fara at leita eftir fólki: -Vit fegnast um [...] snúgva seg um at finna teir spælararnar, sum saman við veteranunum, ið eru á liðnum og sum fara at halda fram, kunnu stuðla okkara ungu monnum í bestu deildini, men tað fara vit at gara við ábyrgd fyri tí [...] felagið verður skuldarbundið. Tað verður neyðugt við nýggjum inntøkum, og tað fara vit at arbeiða fyri at fáa, og tað vit vita, at viðhaldsfólkini og stuðlarnir fara at hjálpa okkum við, sigur ÍF formaðurin
hann at takka fyri seg í ÍF eftir seinasta dyst undan summarsteðginum í Effodeildini. Hetta tí, at hann ynskti at sleppa heim aftur til Danmarkar, hóast sáttmálin við ÍF var galdandi fyri alt kappingarárið [...] kappingarárið. Í samrøðu við in.fo fyri 11 døgum síðani váttaði annar av venjarunum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, fyri in.fo, at felagið leitaði eftir nýggjum málmanni. Les eisini: ÍF leitar eftir málmanni Flytingargluggin [...] um ÍF skal náa at fáa nýggjan málmann til felagið. Í dag váttar hin venjarin hjá ÍF, Símun Eliasen, fyri in.fo, at ÍF er í samráðingum við eykamálmannin hjá arvafíggindanum Víkingi, Elias Rasmussen. - Vit
Kjartan Madsen og Leif André Eliasen stóðu fyri vali, og í meðan Kjartan og Hilmar ikki tóku við afturvali, valdi Leif André at bjóða seg fram sum tiltakslim fyri komandi ár. Skrivarin, Eyðun Laksáfoss, og
ongantíð verið ein trupuleiki, greiðir Ólavur Larsen frá. Misskiljingin Stutt seinni takkar Ólavur Larsen fyri seg sum formaður hjá ÍF og Magnus Jørmundsson tekur við. Hvørt felag skal hava eitt umboð [...] so rúgvusmikið fyri tann einstaka at verða í einum føroyskum fótbóltsfelagið, sigur Ólavur og leggur afturat. – Tað hevði kunna fyribyrgt slíkar feilir, tá FIFA má ringja til FSF fyri at fáa fatur á [...] teimum fram framvið, tí teir ongantíð høvdu nakað upp á seg, sigur Ólavur víðari. Ólavur Larsen hevur gjørt FIFA greitt, at tað er hann, sum er umboð fyri TMS hjá ÍF, men boðini eru ikki móttikin á rætta stað
eitt lítið korter, lúrdi møguleikin fyri stóru sensatiónini. Elvio Gelmini smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í netinum aftanfyri HB málverjan. HB hevði lagt seg á odda, tá ið stórur hálvur tími var [...] yvirvágini, sum sást fyri einari viku síðani, tá ið HB vann 7-2 í Fuglafirði. Ein danskur 1. deildardómari hevði floytuna í kvøld, og tá ið tað restaðu átta minuttir, bríkslaði hann fyri brotssparki til HB [...] smekkaði bóltin í málið, og so var 3-1. ÍF vísti heilt øðrvísi hugburð, enn liðið vísti í Fløtugerði fyri einari viku síðani. Verejuskipanin var støðug, og hóast HB royndi at spæla skjótt og neyvt og við
Bogi Løkin er um at koma fyri seg aftur, eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar hevur sitið vøddaskaddur uttanfyri. Tað er siðvenja, at AB eigur heimadyst kvøldið fyri ólavsøkuaftan. Tølini siga [...] siga, at tað gongur striltið hjá argjamonnum at vinna fulla úrtøku á ólavsøku. Fyri sjey árum síðani vann AB 3-1 ímóti EB/Streymi. Síðani hevur AB fimm ferðir spælt á heimavølli 27. juli. Tríggjar ferðir er [...] Liða og Hans Jákup Anfinnsson eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jákup Pauli Breckmann verður førur fyri at spæla í kvøld.