ÍF fingið bót frá FIFA

Fyrrverandi formaðurin varnaðist ikki ávaring frá spælaraflytingarskipani hjá FIFA, og tí endaði ÍF við at gjalda bót fyri manglandi undirskrift á einum sáttmála

Áleið 5.000 krónur. Tað er bótin frá altjóða fót­bólts­samgonguni, sum ÍF hevur fingið, tí sáttmálin við Boga Reinert Petersen mangl­aði eina undirskift. Ólavur Larsen, fyrrverandi for­mað­ur í ÍF, umsitur Transfer Matching System (TMS) skipana fyri ÍF.
Hetta er ein skipan, sum allir sáttmálabundnir spæl­arar skulu í gjøgnum, tá teir skifta til felag í øðrum landi.
Í samband við at Bogi Reinert Petersen í feburar 2013 skifti til ÍF, verður gjørd­ur sátt­máli við U21 lands­liðs­mið­vallaran, sum flytir til Føroyar úr Danmark. Sátt­málin millum partarnar skal sendast til TMS. Hetta verður gjørt, men undirskriftin hjá Boga Reinert Petersen manglar.
– Bogi er í Danmark, so eg undirskrivaði sáttmálan vegna ÍF og sendi hann av­stað til TMS skipana. Tað hava vit gjørt onkuntíð fyrr, men tað hevur ongantíð verið ein trupuleiki, greiðir Ólavur Larsen frá.

Misskiljingin
Stutt seinni takkar Ólavur Larsen fyri seg sum for­maður hjá ÍF og Magnus Jørmundsson tekur við. Hvørt felag skal hava eitt um­boð, ið tekur sær av TMS skipani. Viðkomandi skal hava tikið eitt TMS skeið og tað hevur Ólavur. Hann heldur tí fram sum TMS um­boð fyri ÍF.
Felagið hevur ein felags­mail, har mailarnir frá TMS millum annað enda. Tað gert tó skjótt greitt, at fólkini handan TMS hava nógv upp á hjartað.
– Vit fáa fleiri mailar frá teimum, og hvørja ferð er tað tíðindaskriv og annað, sum vit ikki skulu svara uppá. Uppdateringar og annað hjá teimum, greiðir Ólavur frá.
Tað ber til at umsita TMS uttan at hava atgongd til mailarnar frá teimum.
– Eg bæð tey bara lata mailarnar frá teimum fram framvið, tí teir ongantíð høvdu nakað upp á seg, sigur Ólavur víðari.
Ólavur Larsen hevur gjørt FIFA greitt, at tað er hann, sum er umboð fyri TMS hjá ÍF, men boðini eru ikki mót­tikin á rætta stað í FIFA, tí á mailinum verður víst til Hildigarð Eliasen. Eisini her er ein misskiljing í.

Bótin
10. desember í 2013 sendir TMS ein mail til felagsmailin hjá ÍF. Undirskriftin hjá Boga Reinert Petersen manglar, men ongin varnast at talan er um álvarsaman mail, ið fel­agið skal svara uppá.
Tíggju dagar seinni kemur aftur mailur frá TMS, har ÍF verður biðið um at fáa sent ein nýggjan sáttmála.
Á 13. degnum í januar fell­ur hamarin. ÍF sær eina bót á 800 sveisiskar frankar. Tað er 4.882 krónur í dagsins virði. Men heldur ikki hesi boðini verða móttikin í ÍF. Ongin opnar mailin.
Tað er ikki fyrr enn 20. januar, at FIFA setur seg í sam­band við føroyska Fót­bólts­sambandið, fyri at fáa greiðu á hví ÍF ikki svarar.

Seks dagar at gjalda
Tað er ikki fyrr enn 21. januar, ein mánað og ein dag síðani FIFA royndi at fáa fatur á ÍF, at boðini verða móttikin í Fuglafirði. FIFA hevur sett seg í samband við FSF, sum fær fatur á ÍF.
– Eg las mailin og sá, at eg hevði tríggjar dagar at fáa undirskrift á sáttmálan, sum var útgingin tá, og seks dagar til at gjalda bótina, greiðir Ólavur frá.
– Eg ringdi til Boga og vit fingu ornað undirskiftina og so máttu vit gjalda bótina, sigur Ólavur, sum átekur sær sín part av skyldini.
– Eg skal sjálvandi tryggja mær, at TMS mailarnir koma til mín og at eg lesi teir, men hetta er fyrstu ferð, at tað hevur verið nakað í mail­inum, sum vit skulu svara upp á, sigur Ólavur víðari.

Kunnu fyribyrgja
Ólavur Larsen kennir alt til harða arbeiði, sum ligg­ur aftanfyri at reka ein fót­bólts­felag í bestu deildini í Føroyum. Hann hevur í fleiri ár verið formaður í ÍF, sum helst kann roknast sum eitt av minni feløgunum í bestu deildini.
Hann er av tí áskoðan, at slíkir feilir kunnu fyri­byrgj­ast, um FSF eru sinnaðir at seta pengar av til umsiting hjá feløgunum.
– Um FSF lat okkum 150.000 krónur í stuðul til um­siting, so kunnu feløgini gjalda hina hálvuna, so ber til at hava eitt fulltíðar starv í felagnum, sum tekur sær av tí umsitingarliga. Av tí sama verður tað ikki so rúgvus­mikið fyri tann ein­staka at verða í einum føroyskum fót­bóltsfelagið, sigur Ólavur og leggur afturat.
– Tað hevði kunna fyri­byrgt slíkar feilir, tá FIFA má ringja til FSF fyri at fáa fatur á okkum. Tá hevði ein líkn­andi støða ikki íkomi, sigur Ólavur og heldur fram.
– Eitt fulltíðarstarv hevði eisini gjørt, at tann persón­urin kundi tikið sær av lýs­ingum, stuðlum og hinum um­sitingarliga. Tað hevði gjørt tað nógv meiri liviligt hjá hinum at siti í nevnd og tikið ábyrgd í felagnum, sigur Ólavur Larsen at enda.
Ólavur er keddur av støð­uni, sum er íkomin, men held­ur at tað týdningarmikið at læra av hesum og koma víðari.

B36 fingið líknandi bót
Eisini B36 hevur fingið eina bót frá FIFA. Her rest­aði somuleiðis ein undir­skrift á einum sáttmála. Tað var sáttmálin hjá danska miðverjanum, Martin Pedersen, sum ikki hevði eina undirskrift frá spæl­aranum á.
Hetta gjørdi FIFA B36 vart við í maili, men eins og í Fuglafirði, so varnaðust tey í árstalsfelagnum ikki, at talan var um álvars­ligan mail, sum tað skuldi svarast upp á.
B36 fekk sostatt somu bót sum ÍF.

- - -

Soleiðis hendi tað:

10. desember 2013:
ÍF fær mail frá FIFA og TMS. Her verður víst til, at undirskrift manglar á sáttmálanum hjá Boga Reinert Petersen. Freistin er 17. desembur.

20. desember 2013:
ÍF fær nýggjan mail, har víst verður til, at FIFA einki svar hevur fingið upp á mailin 10. desember. ÍF fær eina nýggja freist, sum er 10. januar, at fáa viðurskiftini í lag, ella er sannlíkt, at ÍF verður revsað.

10. januar 2014:
ÍF fær triðja mailin frá FIFA og nú er ein bót viðheft. Felagið verur biðið um at svara upp á mailin í seinasta lagi 20. januar. Felagið fær til 27. januar at gjalda bótina.

20. januar 2014:
Freistin er farin og ÍF hevur framvegis ikki varnast boðini frá FIFA, sum setur seg í samband við FSF.

21. januar
FSF fær fatur á Ólavi Larsen og ÍF, sum hevur til 24. januar at fáa undirskriftina og viðurskiftini upp á pláss. ÍF ger skjótt av og fær bæði undirskrift og bótina avgreidda.