ÍF fer úr Gundadali við røttum ryggi

Adrian Justinussen skoraði tvey mál, tá ið HB síðstu lítlu løtuna skoraði tvey mál

Fyrsti dystur í 19. umfari var í kvøld í Gundadali, har HB hevði vitjan av ÍF.

 

Tá ið ÍF javnaði til 1-1, restaði eitt lítið korter, lúrdi møguleikin fyri stóru sensatiónini. Elvio Gelmini smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í netinum aftanfyri HB málverjan. HB hevði lagt seg á odda, tá ið stórur hálvur tími var farin. Talan var um fínt álop, sum endaði við, at Áki D. Samuelsen eitt sindur úr høgru sendi bóltin inn við nærra stólpa.

 

Sereliga síðsta korterið av fyrra hálvleiki var HB omaná, men talan var ongantíð um ta yvirvágini, sum sást fyri einari viku síðani, tá ið HB vann 7-2 í Fuglafirði.

 

Ein danskur 1. deildardómari hevði floytuna í kvøld, og tá ið tað restaðu átta minuttir, bríkslaði hann fyri brotssparki til HB. Tað var eftir horna, og tá ið fleiri spælarar tókust og skumpaðust, at dómarin bríkslaði og peikaði á 11 metra blettin. Adrian Justinussen umsetti úr 11 metrum og til 2-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð Adrian tvífaldur málskjútti, tá ið hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið, og so var 3-1.

 

ÍF vísti heilt øðrvísi hugburð, enn liðið vísti í Fløtugerði fyri einari viku síðani. Verejuskipanin var støðug, og hóast HB royndi at spæla skjótt og neyvt og við nógvum flytingum, so eydnaðist tað 80 teir fyrstu minuttirnar bara at skora eitt mál. Ein av orsøkunum til hetta var eisini, at Jákup Jónsson Olsen í ÍF málinum fleiri ferðir bjargaði meistarliga væl.