Hópurin hjá ÍF fer til Suðuroyar í kvøld fyri at verða væl fyri til uppgávuna ímóti FC Suðuroy vesturi á Eiðinum í Vági.
- FC Suðuroy hevur fingið nøkur stig á heimavølli, og teir eru ikki lættir at syfta, undirstrikar Jan Ellingsgaard hjá ÍF.
ÍF hevur tryggjað sær í minsta lagið silvur, og tað høvdu fuglfirðingar verið nøgdur við undir vanligum umstøðum, men tá ein er so nær við FM-heitið kann ein ikki verða heilt nøgdur við silvur, staðfesti Jan Ellingsgaard í seinnapartssendingini hjá Rás2.
Hoyr samrøðuna við Jan Elllingsgaard undir greinini her.