ÍF flytur upp uttan skuld

1. DEILD: Tað verður við fíggjarligum skynsemi, at teir í Fuglfirði nú fara at fyrireika seg til nýtt tíðarskeið í bestu deildini, sigur ÍF formaðurin

Nú er tað greitt, at ÍF, eftir eitt ár í næstbestu deildini, aftur verður í fremstu røð í 2025. Tað er greitt, eftir at ÍF á heimavøllinum í Fløtugerði vann tryggan 4-0 sigur ímóti Undrið FF.

 

Støðan í hálvleikinum var 3-0. Liðformaðurin Karl Løkin skoraði tvey mál – annar var við rimmarfrísparki – og Gundur E. Petersen skoraði 2-0 málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Undrið FF, sum gjørdi sjálvmál.

 

Georges Rouah er formaður í ÍF, og hann ásannar, at tað verður neyðugt at styrkja liðið, um tað skal hava møguleika at standa seg í bestu deildini, men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís, at fuglfirðingar fara at leita eftir fólki:

 

-Vit fegnast um, at felagið er skuldarfrítt, nú vit hava tryggjað okkum pláss í bestu deildini. Nevndin er samd um, at tað verða ongar avgerðir tiknar, sum kunnu hava við sær, at felagið verður skuldarbundið. Tað verður neyðugt við nýggjum inntøkum, og tað fara vit at arbeiða fyri at fáa, og tað vit vita, at viðhaldsfólkini og stuðlarnir fara at hjálpa okkum við, sigur ÍF formaðurin, og hann leggur aftrat:

 

-Tá ið vit í fjør fluttu niður, løgdu vit ætlanir um, at felagið skuldi tryggja sær uppflyting við lokalum spælarum, og tað er eydnast. Fleiri av teimum eru heilt ungir, og teir eru nógv mentir í ár. Men tað hevði verið óðamannaverk at rokna við, at teir skulu bera liðið fyrsta árið í bestu deildini. Tað vita vit, og nú fer tað at snúgva seg um at finna teir spælararnar, sum saman við veteranunum, ið eru á liðnum og sum fara at halda fram, kunnu stuðla okkara ungu monnum í bestu deildini, men tað fara vit at gara við ábyrgd fyri tí fíggjarliga, sigur Georges Rouah formaður í ÍF.