ÍF fingið nýggjan formann

Magnus Jørmundsson er ikki longur formaður í ÍF

ÍF hevur í kvøld havt aðalfund. Her bleiv Njal Reinert-Petersen valdur til nýggjan formann, meðan fyrrverandi formaðurin í framtíðini verður peningarøkil.

ÍF skrivar soleiðis á heimasíðuni:

ÍF hevði í kvøld aðalfund. Aðalfundurin var á John’s Café, har fitt av fólki var møtt. Eftir val av fundarstjóra, ið bleiv til Jens K. Petersen, og fundarskrivara, sum aðalfundurin samtykti skuldi verða Ólavur Larsen, hevði formaðurin, Magnus Jørmundsson, sína formans frágreiðing.


Síðan bleiv ársroknskapurin lagdur fram og av tí at eingi uppskot vóru komin til nevndina var farið beint til val av starvsnevndini. Hilmar Jacobsen, Kjartan Madsen og Leif André Eliasen stóðu fyri vali, og í meðan Kjartan og Hilmar ikki tóku við afturvali, valdi Leif André at bjóða seg fram sum tiltakslim fyri komandi ár. Skrivarin, Eyðun Laksáfoss, og formaðurin, Magnus Jørmundsson, høvdu báðir eitt ár eftir av sínum skeiðum.


Tey, ið vóru í uppskoti at koma í nýggju nevndina, vóru Ella á Dalbø, Sigrid Petersen og Njal R. Petersen, og blivu hesi øll vald.


Til val av ungdómsnevnd, ið felagið ikki hevði í 2013, stillaðu Mary Klein, Bogi Nielsen, Arnold Hermundarson, Sæbjørn Leiti og livandi ÍF legendan, Hildigarð Eliasen, upp. Hesi blivu øll vald.

Nýggja starvsnevndin hjá ÍF Fótbólti:

Formaður: Njal R. Petersen

Næstformaður: Ella á Dalbø

Peningarøkil: Magnus Jørmundsson

Skrivari: Sigrid Petersen

Nevndarlimur: Eyðun Laksáfoss

Tiltakslimur: Leif André Eliasen

 

Ungdómsnevndin bleiv eisini skipað:

Formaður: Bogi Nielsen

Peningarøkil: Hildigarð Eliasen

Skrivari: Mary Klein

Nevndarlimur: Sæbjørn Leiti

Tiltakslimur: Arnold Hermundarsson