Tann fyrsti av trimum ólavsøkudystum verður í kvøld. AB fær vitjan av ÍF, sum riggar til at fara á ólavsøku við stórum sjálvsáliti.
Fótbóltslagið er gott í Fuglafirði. Tað hevur gingið væl higartil í ár, og í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður, sum bindur toppskjúttan Uros Stojanov at felagnum fram til kappingarenda 2022.
Í kvøld er miðverjin Jens Joensen leikbannaður. Bogi Løkin er um at koma fyri seg aftur, eftir at hann fleiri tær seinastu ferðirnar hevur sitið vøddaskaddur uttanfyri.
Tað er siðvenja, at AB eigur heimadyst kvøldið fyri ólavsøkuaftan. Tølini siga, at tað gongur striltið hjá argjamonnum at vinna fulla úrtøku á ólavsøku. Fyri sjey árum síðani vann AB 3-1 ímóti EB/Streymi. Síðani hevur AB fimm ferðir spælt á heimavølli 27. juli. Tríggjar ferðir er tað endað við tapi og tvær ferðir við javnleiki.
AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Fýra stig eru vunnin í fýra javnleikum. Fýra tær síðstu ferðirnar er tað endað við fýra tapum við málmuninum 3-11.
Filip í Liða og Hans Jákup Anfinnsson eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jákup Pauli Breckmann verður førur fyri at spæla í kvøld.