ÍF fiskar í Víkingi

ÍF leitar eftir nýggjum málmanni og er nú í samráðingum við eykamálverjan hjá Víkingi.

Undan kappingarárinum 2016 ognaði ÍF sær danska málverjan, Oliver Korch, til felagið. Hann bleiv tó ikki nøkur sólskinssøga í felagnum. Danski málmaðurin misti nakrar dystir orsakað av skaða, og harafturat valdi hann at takka fyri seg í ÍF eftir seinasta dyst undan summarsteðginum í Effodeildini. Hetta tí, at hann ynskti at sleppa heim aftur til Danmarkar, hóast sáttmálin við ÍF var galdandi fyri alt kappingarárið.

 

Í samrøðu við in.fo fyri 11 døgum síðani váttaði annar av venjarunum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen, fyri in.fo, at felagið leitaði eftir nýggjum málmanni.

 

Les eisini: ÍF leitar eftir málmanni

 

Flytingargluggin letur aftur komandi mikudag, og tískil skal okkurt henda skjótt, um ÍF skal náa at fáa nýggjan málmann til felagið.

 

Í dag váttar hin venjarin hjá ÍF, Símun Eliasen, fyri in.fo, at ÍF er í samráðingum við eykamálmannin hjá arvafíggindanum Víkingi, Elias Rasmussen.

 

- Vit eru í samráðingum við Elias, men onki er komið upp á pláss enn. Onnur nøvn hava verið uppi at venda, men tað mest sannlíka er, at Elias verður okkara komandi málmaður, sigur Símun Eliasen í viðmerking við in.fo.

 

Elias Rasmussen var ikki á bonkinum hjá Víkingi í gjár, tá ið Víkingur tapti 2-0 ímóti Ventspils á Svangaskarði. Ístaðin var blaðungi Bárður á Reynatrøð á bonkinum sum eykamálmaður.

 

Elias Rasmussen er 20 ára gamal, og er hann eisini málmaður á føroyska U21-landsliðnum. Hann hevur staðið í mál í tveimum dystum í Effodeildini í ár, og somuleiðis eisini í tveimum dystum í steypakappingini. Annars hevur hann vart málið hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi í 1. deild hetta kappingarárið.