heild. AT løgmaður um stutta tíð fer á almenna vitjan í Noregi og at nevnd fer til London at samráðast um markið júst um somu tíð sigur kanska heldur ikki so lítið um eitt ávíst rák. LØGMAÐUR fer í døgnum [...] So hjá okkum er at sleppa undan at gera hesi mistøk aftur og annars at læra av teirra dugnasemi. Eingin ivi er um, at norðmenn við at bjóða løgmanni á vitjan, hugsa bæði taktiskt og handilsligt. Neyvan [...] sum er millum Føroyar og Bretland og markið, men hinvegin eigur ein ikki at vera blindur fyri, at teir kunnu brúka hesa støðu millum Føroyar og Bretland til at tæna norskum ídnaði og áhugamálum. Teir vita
øll dálkingin frá áum og havnum í Bretlandi, har so gott sum alt slag av lorti fer beint á sjógv. Fyri so ikki at tosa um kjarnorkuverkið í Sellafield. TAÐ er ikki uttan grund, at Bretland hevur fingið [...] BRETSKA stigið fer eftir tí sum vit skilja á tíðindasendingunum hjá BBC at fevna um alt frá vanligari dálking frá virkjum og húsarhaldum til brúktar oljupallar og kjarnorkuverk. Tað sýnist sum at bretska stjórnin [...] skilja, at tað er eingin góð reklama fyri eitt land, ið selur fisk, at hava eitt av heimsins mest dálkandi londum sum næsta granna. Nú verður so vent í holuni og eiga vit at fegnast um tað.
Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal síggja til, at kanningin verður gjørd og at alt fer rætt fram. TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið [...] TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran mánadagin [...] Síðani noyddist hann at boyggja seg fyri Løgtinginum, sum vildi hava alt bankamálið kannað. UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum
meiri fiskur fer óvirkaður av landinum. Og landsstýrið rættir ikki hond frá síðu fyri at fáa kærkomnu sildina virkaða í Føroyum. FORMAÐURIN í sambandsflokkinum á Tingi hevur rætt, tá hann sigur, at nú er Nólsoyar [...] EINGIN skipasmiðja bjóðaði sær fram til at gera Nólsoyar Páll lidnan. Orsøkin er, at skipasmiðjurnar hava ikki álit á borgarliga landsstýrinum. Nýggjastu hagtølini vísa, at peningurin fossar úr almenna fela [...] hevur verið spart og tanlað. Stórir samfelagspartar eru skornir at beini. Men tær neyðugu rationaliseringarnar við einum veruligum perspektivi eru ikki gjørdar. Og løgmaður smílir: - Her stendur væl til
við Leitisvatn, á Sandi og onkustaðni í Suðri. Tað skal bara vera útbúnaður at fáa reint vatn og sleppa av við tað, sum fer í bukkuna, og annað burturkast. Tað er ikki neyðugt at gera stór kommersiell [...] siga. TAÐ tykist sum um, at vit eru væl fyri, tá tað snýr seg um at gista, men tað er neyðugt at hava eitt stórt útboð av tilboðum - túrum, framsýningum og tílíkum - sum myndugleikarnir ikki gáa og hjúkla [...] illa. Og tað, at ferðavinnan ikki tekur tilboðini at ferðast í egnum landi fyri fult er avsláttarskipanin eitt frálíkt dømi um. Tað ber til at vera við í eini kapping, um fólk brúka hesa skipanina, og gita
Greenpeace og aðrir líknandi felagsskapir, ið hava patent uppá rætta og einasta rætta svarið uppá, hvussu hetta skal gerast. Tað hava teir ikki. Men tað er gott, at tað er onkur, sum ger vart við dálking og um [...] sleppa at seta kílar í ein náttúrligan útvikling á Atlantsmótinum, har tað m.a. er ynski føroyinga, at tað verður leitað eftir olju og gassi. TAÐ er ein sannroynd, at heimsins lond hungra eftir orku. Tað ber [...] síðani megnaði at fáa eitt av heimsins størstu og ríkastu feløgum, Shell til at slaka og steðga eini ætlan at søkkja ein brúktan oljupall stutt frá føroyska markinum. Tá hildu vit tað vera rætt at stríðast ímóti
okkara at gera. HESI tiltøk eiga at verða afturvendandi, tí tey kunnu eggja bygdum og kommunum at røkja bygdirnar betur. Tað veri seg ikki bara við at halda bygdina ruddiliga, men syrgja fyri, at kloakk- [...] er líkt til, at arbeiðið at gera eina nýggja náttúrulóg at loysa fleiri av hinum lógunum av er steðgað. Men tað eigur at verða tikið upp aftur, so vit fáa eina tíðarhóskandi náttúrulóg og eina veruliga [...] kloakk- og vatnviðurskifti eru í lagi, og at gomul virði sum bøgarðar, gomul hús og neyst, toftir, bøur og hagi verður hildið viðlíka og varðveitt. SOMULEIÐIS kunnu slíkar kappingar millum skúlaflokkar elva
ið - og hevði tað havt møguleika at møta sum eygleiðarar til tiltøk hjá Norðurlandaráðnum. Marita Petersen helt, at tað eigur at verða lagdur enn størri dentur á hetta forum. Hon helt annars, at fundurin [...] greitt, at so við og við, sum umheimurin og har eisini hini norðurlondini, av álvara fær eyguni upp fyri tí stóra ríkidømi, sum júst Útnorður eigur og goymur, so fer pípan at fáa annað ljóð. Tað áhugverda [...] stóra og góða vilja at vera við til at verja og menna mentanina í Útnorðuri. Vit í Føroyum hava t.d. havt ómetaliga stóra nyttu og gleði av tí mentanarliga samstarvinum, sum hevur verið og er. Og einki
eigur ikki at vera. Hesin parturin eigur at verða landsuppgáva burturav, og vit eiga at fáa eitt greiðari býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva. Tí eigur greitt at verða sett upp, [...] landsuppgávur og eiga at miðskipast, men hava umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum. Og tey mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur. Kommunurnar eiga tá fult og heilt at taka sær av at fyrireika [...] heimaumhvørvinum, at skipa kommununa tekniskt, at byggja og umsita havnir og lendingar og at standa fyri trivnaðinum í kommununi. Kommunuskatturin verður tá sjálvandi settur út frá hesum, og verður hann munandi
er greitt, at hon fer uttan iva at hava stóra ávirkan á komandi valúrslit, bæði til løgting og fólkating og uttan mun til hvønn veg eitt úrslit gongur. Skuldi tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroyingum [...] næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning, so kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a. kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan [...] ns bæði á eykalandsfundi og nú eisini á valfundinum í Havn mánakvøldið, so ætlar javnaðarflokkurin at finna den ?gyldne mellemvej? og harvið royna at tryggja, at vit fyri tað fyrsta ikki endað í samba