Eina skipan, ið javnsetur allar borgarar landsins

Nú okkara kosnu menn og kvinnur eru í ferð við at gera eina nýggja kommunuskipan fyri landið, eigur at liggja allar fremst í huga, at allir landsins borgarar skulu verða eins væl fyri í vælferðarsamfelagnum - og tað líka mikið, hvar í landinum fólk hava valt at búseta seg.

 

At Føroyar eru eitt oyggjasamfelag setur eisini serlig krøv. Sjálvandi kunnu vit ikki krevja, at somu tilboð verða í øllum bygdum í landinum, men vit eiga at gera skipanirnar soleiðis, at allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar.


Kommunusamanlegging tykist vera alt og eitt hjá landsstýrismanninum í kommunumálum, sum í fullum álvara tosar um at tvinga kommunur at leggja saman. Hetta er púra burtur við. Vit kunnu halda tað vit vilja um, at vit í Føroyum hava hálvthundrað kommunur - at tað kanska er ov mikið. Men tað er kortini ikki her, hundurin liggur grivin. Heldur eiga vit at broyta kommunuskipanina soleiðs, at talið á kommunum ikki verður so týdningarmikið.


Í dag fer meginparturin av útreiðslunum hjá kommununum til lógarbundnar útreiðslu, sum kommunurnar als onga ávirkan hava á. Soleiðis eigur ikki at vera. Hesin parturin eigur at verða landsuppgáva burturav, og vit eiga at fáa eitt greiðari býti millum, hvat er landsuppgáva og hvat er kommunuuppgáva.


Tí eigur greitt at verða sett upp, hvat ein kommuna fíggjarliga og umsitingarliga einsamøll til fulnar eigur at røkja í nærumhvørvinum. Tað, sum er landsuppgáva, men har umsitingin nátúrliga hevur heimarætt í einum størri avmarkaðum øki. Tey mál, sum eru landsuppgávur og eiga at miðskipast, men hava umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum. Og tey mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur.


Kommunurnar eiga tá fult og heilt at taka sær av at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum taka lut í vinnuskapandi virksemi í heimaumhvørvinum, at skipa kommununa tekniskt, at byggja og umsita havnir og lendingar og at standa fyri trivnaðinum í kommununi.


Kommunuskatturin verður tá sjálvandi settur út frá hesum, og verður hann munandi lægri, enn hann er í dag - og, tað týdningarmesta av øllum - tað verður meira eins at liva í ymsu kommununum, enn tað er í dag.


Nýggja kommunuskipanin SKAL javnseta ALLAR borgararnar, tí vit skulu ikki hava eitt samfelag við fyrsta og annanfloksborgarum.