TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran mánadagin.
MEN ígjár skuldi løgmaður so góðtaka ella vraka eitt skriv, sum Eilif Samuelsen, varaløgmaður, hevur skrivað til stjórnina, eftir at føroysku eygleiðararnir hava boðað landsstýrinum frá, at teir møta ikki aftur, fyrr enn greiða er fingin á hesum týðandi máli.
HEVÐI løgmaður skula avgjørt, hvat hendi í hesum máli, hendi einki. Hann vildi upprunaliga slettis ikki hava nakra kanning. Síðani noyddist hann at boyggja seg fyri Løgtinginum, sum vildi hava alt bankamálið kannað.
UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal síggja til, at kanningin verður gjørd og at alt fer rætt fram.
TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið hjá skrivaranum hjá kanningarnevndini, sum Kári D. Petersen, advokatur, sigur í Sosialinum. Spurningurin er nevniliga, um formaðurin í kanningarnevndini, Bjørn Grønborg, er ógegnigur ella ikki.
EFTIR lógini skuldi formaðurin í kanningarnevndini ikki bara vera ógegnigur, men hann skuldi vera óvildugur - eins og ein dómari!
OG tað er vissuliga ein spurningur, um Bjørn Grønborg er óvildugur, tá ein advokatur á somu advokatskrivstovu hevur við eitt mál hjá Den Danske Bank at gera. Talan er um heilar 20 mill. kr. Sjálvandi vil advokatskrivstovan vinna hetta mál. Samsýningin fyri hetta mál fer í sama kassa, sum bæði Mikael Rekling og Bjørn Grønborg fáa løn úr.
SJÁLVANDI vil henda advokatskrivstova, sum Grønborg er eigari í, vinna hetta mál. Partvíst tí at peningur kemur í kassan, partvíst fyri at varðveita eitt gott umdømi og partvíst fyri framhaldandi at hava Den Danske Bank sum klient. Móti hesum stendur ein føroysk kanning, sum verður gjørd eina einastuferð. Ivi er sáddur um trúvirðið í kanningini, og tann spurningurin má greiði fáast á beinanvegin!