Okkum vantarnáttúrulóg ognáttúrufyrisiting

NÚ gjørdist veðrið betri, og fólk fara út í urtagarðin, í býin, hagan, oman í fjøruna, í bátin ella bara leita sær út um teir fýra veggirnar. Fólk fegnast um okkara vøkru náttúru, og okkara góða umhvørvi, sum hevur alt at siga fyri lívið á klettunum.

 

NÚ gjørdist veðrið betri, og fólk fara út í urtagarðin, í býin, hagan, oman í fjøruna, í bátin ella bara leita sær út um teir fýra veggirnar. Fólk fegnast um okkara vøkru náttúru, og okkara góða umhvørvi, sum hevur alt at siga fyri lívið á klettunum.


HALDA vit ikki havumhvørvi okkara reint, so er ikki lætt at selja okkara fiskavørur. Fiskurin, sum svimur í heimsins reinasta sjógvi, er framvegis høvuðsútflutningur okkara. Tí er eisini neyðugt alla tíðina at gera føroyingin ­ serliga tey ungu ­ tilvitandi um umhvørvisspurningar.


ÁTØKINI um »best røktu bygdina« og »bestu umhvørvisundirvísingina á vári 1997« vóru góð og heppin. Eitt fullsett Norðurlandahús tað kvøldið, vinnararnir vórðu funnir, er prógv um, at áhugin er stórur.


FORVITNISLIGT var eisini at síggja, hvussu nógv næmingarnir við teir ymsu skúlarnar høvdu fingið burtur úr teimum døgunum, tey høvdu arbeitt við ávísum evnum, sum høvdu við náttúru okkara at gera.


HESI tiltøk eiga at verða afturvendandi, tí tey kunnu eggja bygdum og kommunum at røkja bygdirnar betur. Tað veri seg ikki bara við at halda bygdina ruddiliga, men syrgja fyri, at kloakk- og vatnviðurskifti eru í lagi, og at gomul virði sum bøgarðar, gomul hús og neyst, toftir, bøur og hagi verður hildið viðlíka og varðveitt.


SOMULEIÐIS kunnu slíkar kappingar millum skúlaflokkar elva lærarum og næmingum at royna nakað nýtt og taka onnur spennandi evni upp í skúlaarbeiði og frálæru. Harafturat kann hetta víðka sjónarringin og gera tey ungu meira tilvitandi um náttúru- og umhvørvisspurningar


MEN tá hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at okkum vantar ein heildarpolitikk á hesum øki. Vit hava fleiri lógir ­ umhvørvislóg, náttúrufriðingarlóg, lóg um áir, hegn, skógfriðingarlóg o.s.fr. ­ men vit hava framvegis onga náttúrufyrisiting. Harafturat er líkt til, at arbeiðið at gera eina nýggja náttúrulóg at loysa fleiri av hinum lógunum av er steðgað. Men tað eigur at verða tikið upp aftur, so vit fáa eina tíðarhóskandi náttúrulóg og eina veruliga náttúrufyrisiting.