hevur verið fyrr. Eiga ikki at blanda okkum ? Men brýtur tú ikki tíni vallyfti, um ikki at blanda teg í danskan politikk? ? Nei, tað geri eg ikki. Mín leiklutur er at forða fyri, at føroysku fólkatingsumboðini [...] Eidesgaard, sum vísir á, at einki nýtt er í boðskapinum, hóast danska blaðið Aktuelt í gjár ger stóran háva burtur úr, at hann nú hevur skift støðu. Jóannes Eidesgaard sigur, at bæði Holger K. Nielsen, [...] Konservativa Fólkaflokkinum hava sagt, at kemur eingin broyting í parlamentarisku støðuna í Fólkatinginum, so er eingin annar útvegur enn nýval. ? Men fáa vit eina avtalu um bankamálið, sum føroyingar kunnu
einki við nass at gera. Fara vit hinvegin út um ríkisfelagsskapin til onnur lond fyri at fáa stuðul, eins og vit gjørdu í sambandi við Norðurlandahúsið í Havn, tá gevur tað meining at tosa um at nassa, tí har [...] hvat ið onnur royna at skriva á ryggin hjá tær. Onki koma kollfirðingar at føla seg minni nú enn áður, tvørturímóti koma teir at fáa nógv fleiri fasilitetir og valmøguleikar, uttan at tað kostar teimum meiri [...] áðrenn ein finnur út av fyrimuninum við at hoyra til ein ríkisfelagskap, sum sæst á verðinskortinum uttan lup. Hjá okkum føroyingum er nógv at vinna við at vera knýtt at einum størri landi onkusvegna, har báðir
merkir, at tær gerast meira sjálvstøðugar á arbeiðsmarknaðainum. Tá ein teirra sær hvussu kvinnurnar uppføra seg til eina »Chippindales«-framførslu, fær hann tað hugskot, at teir eisini skulu fara at gera [...] Chippendales« og tí mugu teir finna okkurt sum kann javna henda mismun. Niðurstøðan er, at »stripshow« teirra endar við, at teir standa á pallinum, sum Várharra hevur skapt teir Leikararnir í filminun eru m [...] eingin orsøk at geva skarvin yvir, sjálvt ikki tá svartast sær út. Tað er moralurin í filminum »Det? bare mænd«, sum hevur fingið sera góða umtalu í londunum kring okkum. Filmurin snýr seg um seks menn úr
Havnar klokkan 17.15. Tvs, at tey sum koma, fáa einar fimm tímar í Suðuroynni og tað er nóg mikið av tíð til at koma runt, uttan at skunda sær ov nógv. Nógv hava stuðlað Tað er dýrt at skipa fyri eini dansistevnu [...] hevur undirvíst. Á almennu framsýningini fara eisini børn og ung at vísa dansir fram. Tann almenna framsýningin endar umleið klokkan seks. Um kvøldið, klokkan sjey, verður so borðhald og aftaná verður so [...] avtalan um eykatúr stendur við, sigur Martin S. Eykatúrurin við Norrønu verður úr Havn kl. hálvgum tíggju - kl. 9.30- Umframt at føra stevnugestir suður, verður hetta eitt frálíkt høvi hjá fólki at sleppa
varhugi er, at fólk skilja betri í dag enn fyri fáum árum síðani, at samanlegging er leiðin at ganga. Útviklingurin hevur gjørt, at tað er vorðið ein veruleiki. Í bygdaráðnum verða vit noydd at taka spurningin [...] býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, at um nøkur ár býr helmingurin av Føroya fólki í Tórshavnar kommunu. Hyggja vit at Suðurstreymoy eru allar bygdirnar rundan um høvuðsstaðin innlimaðar í Tórshavnar [...] og Kirkjubø. ? Vit hava eitt gott og fyrimyndarligt samstarv við Tórshavnar kommunu um KOB, rottangaskipanina, skúlar, brandstøðina og annað. Samstarvið gongur báðar vegir, í løtuni ganga nógv børn úr Havn
hvat gjørt verður, um onkur dettur fyri borð. Tá er tað uppgávan hjá manningini at fáa hendur aftur á viðkomandi, sum kemur soleiðis fyri. Gloymdi kanska at siga, at tað tekur um 6 tímar at sigla niðan Thames [...] hugsingur um at hava nakra bjargingarroynd. Veðrið hevur verið gott allan seinnapartin, og klokkan 15 var so bjargingarroyndin, men sjálvandi var hetta bert ein frágreiðing um, hvussu gerast skal, um nú eldur [...] hevði so nógv at greiða frá, at tað er ógjørligt at minnast alt nú dagin eftir, men eg hugsi at okkurt smávegis sitir eftir túrin. Í London búgva 7 mió. fólk og talið á ferðafólkum liggur um 12 mió. árliga
lesa um ígjøgnum evangeliini. Pauli, tú sigur at man hoyrir so nógv siga frá, at tey eru vorðin frelst, men so fá siga, hvat ein skal gera fyri at verða frelstur. Tað var ein maður, sum vit lesa um í A [...] Sigmundur, tú sigur nakað um, at tit elskaðu Jesus so nógv tá. Eg vóni at tú verður so gripin av kærleika Hansara til tín (Hann sum elskaði okkum fyrst) 1. Jóhannesar br. 4 v. 19, at tú ikki kanst annað enn [...] vóru sera áhugaverdar. Eg kann ímynda mær, hvussu serligir hasir dagarnir hava verið fyri tykkum báðar, Pauli og Sigmund, tá tit hava sitið við bíbliuni opnari framman fyri tykkum, bæði saman og hvør sær.
leiðara. Konsertin í útvarpshøllini hóskvøldið, sum er ummæld í hesum blaðnum, gav vónir um, at hetta ljómlið, um tað fær umstøður til tað, kann vinna sær eina serstøðu á sínum øki í føroyskum tónleikalívi [...] Detrekøy hava frammanundan havt trý vikuskiftisskeið í hesum serliga frálæruhátti við stroklærarum musikkskúlans, hava í tí sambandi eisini arbeitt við fiólnæmingum musikkskúlans, og ovfarin hava tey verið [...] verður í Klingruni í dag kl. 15.30. Tá verða teir smáu Suzukistrúkararnir at hoyra, smábørn úr 5 ára aldri og uppeftir, sum eru við at leggja eitt breitt og dygdargott støði undir strokspælið í Føroyum. Tað
til at spæla fótbólt í, tá ið ÍF og TB hittust til dyst í Fuglafirði leygardagin. Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum ikki var rættiliga stór. Óivað hava nógvir fuglfirðingar heldur valt at farið [...] umvegis høgrusíðu, har Eyðálvur og Áslakkur Petersen høvdu ovmikið av plássi til at spæla sær. Alt endar við, at póllendingurin, Mariniak, bleiv feldur, og Niklas á Líðarenda ivaðist ikki og dømdi brotsspark [...] heild kann sigast um dystin, at hann ikki var millum teir áskoðaravinarligastu. Nógv fríspørk vóru, og summir av leikarunum hjá báðum liðum vóru meira upptiknir av kjaftasliti enn at spæla fótbólt. Dómarin
er eitt gott høvi hjá liðunum at fáa dystarvenjing, og hon fæst bert, um mótstøðuliðið megnar at geva mótstøðu. Tað hava tey higartil megnað, so tað er eingin umbering, um liðini ikki eru komin í venjing [...] tólv liðunum, sum framvegis eru við í kappingini um løgmanssteypið, høvdu úr at gera um vikuskiftið, tá allir teir útsettu dystirnir frá kavadøgunum um páskirnar skuldu avgreiðast. Suðuroyarliðini TB og [...] Higartil hevur tað víst seg at rigga væl við nýggju skipanini við bert trimum bólkum. Hetta hevur havt við sær, at bert fáir dystir hava verið so láturliga ójavnir, sum teir ofta fyrr hava verið í steypakappingini