Lagt varð fyri longu triðja páskadag við nýggja stórbandinum Jaspis, har læararar musikkskúlans saman við úrvaldum unglingaliði í tríggjar dagar arbeiddu saman á verkskeiði við altjóða gitna tónleikaranum Butch Lacy sum leiðara. Konsertin í útvarpshøllini hóskvøldið, sum er ummæld í hesum blaðnum, gav vónir um, at hetta ljómlið, um tað fær umstøður til tað, kann vinna sær eina serstøðu á sínum øki í føroyskum tónleikalívi svarandi til hana, sum Aldubáran hevur á tí klassiska. Á konsertini læt eisini Lene Andersen áhoyrarnar hoyra sítt framúr góða sangkynstur.
Í gjár fyltist Norðurlandahúsið við fleiri enn 300 musikkskúlanæmingum úr at kalla øllum landinum. Umframt í øllum nýtiligum hølum í Norðurlandahúsinum hevur Musikkskúlin eisini havt innivist fyri fleiri verkskeiðum í Útvarpshúsinum.
Fyrsta konsertin verður í Klingruni í dag kl. 15.30.
Tá verða teir smáu Suzukistrúkararnir at hoyra, smábørn úr 5 ára aldri og uppeftir, sum eru við at leggja eitt breitt og dygdargott støði undir strokspælið í Føroyum. Tað er Tove Detrekøy, sum skipar fyri. Hon og maðurin Béla Detrekøy hava frammanundan havt trý vikuskiftisskeið í hesum serliga frálæruhátti við stroklærarum musikkskúlans, hava í tí sambandi eisini arbeitt við fiólnæmingum musikkskúlans, og ovfarin hava tey verið av úrslitinum, sum hava verið til næmingakonsertir.
Hjúnini Detrekøy hava hesaferð við sær 18 næmingar frá teirra Suzuki institutti í Keypmannahavn, og í dag kl. 17.30 fara úrvaldir unglingar úr hesum flokki saman við teimum mest framkomnu føroysku næmingunum at spæla á solistakonsert í Klingruni. Einir 30 gittarnæmingar hjá Bo Isholm leggja tá fyri á konsertini hjá professionellu Corona Guitar Kvartet, ið sum kunnugt júst er á vitjanarferð í Føroyum. Atgongugjaldið til hesa konsert er 60 kr.; men musikkskúlanæmingar sleppa ókeypis inn.
Musikkskúlastevnan endar við konsert í Norðurlandahúsinum í morgin sunnudagin kl. 16.00, har almenningurin fær høvi at hoyra, hvat ið er komið burtur úr verkskeiðunum hjá hinum bólkunum. Teir eru: 1. Kamarorkestur við framkomnum føroyskum og donskum næmingum og stroklærarum musikkskúlans, sum Béla Detrekøy stjórnar - 2. Miðlinga harmoniorkestur - størsti bólkurin við um 90 luttakandi spælarum -, sum Kenneth Jones stjórnar - 3. Harmoniorkestur við meira framkomnum næmingum, sum Dewi Jones stjórnar - 4. Messingbólkurin Ólivant - 10 úrmælingar, sum Graeme Rudd stjórnar, og sum m.a. umboðaði Føroyar á NMPU-kongressini í Tromsø seinasta summar og 5. Næmingastórband, sum Eirikur Skála og Brandur Øssursson leiða.
Konsertin endar við Listaskálakantatuni hjá teimum trimum Karsten Hoydal, William Heinesen og Karl Clausen. Her luttekur stórt blandað kór saman við kamarorkestrinum útbygt við blásiljóðførum og slagverki til lítið symfoniorkestur. Sangsolistar eru Berghild Poulsen og Ernst Dalsgarð, og tað er Ólavur Hátún, sum stjórnar.
Atgongugjaldið til hesa konsert er 20 kr., og atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum.