Filmsteigurin: Det? bare mænd

Tað er eingin orsøk at geva skarvin yvir, sjálvt ikki tá svartast sær út. Tað er moralurin í filminum »Det? bare mænd«

Tað er eingin orsøk at geva skarvin yvir, sjálvt ikki tá svartast sær út.

Tað er moralurin í filminum »Det? bare mænd«, sum hevur fingið sera góða umtalu í londunum kring okkum.

Filmurin snýr seg um seks menn úr Sheffield. Teir koma í ta óhepnu støðu, at missa arbeiði - teir verða fríttstillaðir, sum tað eisini eitur.

Teir føla seg vrakaðar og óbrúkiligar, og verða tískil noyddir at umhugsa sína vanligu samfelagsstøðu sum menn í mun til kvinnurnar.

Fleiri og fleiri kvinnur gerast aktivar á arbeiðsmarknaðinum og hetta merkir, at tær gerast meira sjálvstøðugar á arbeiðsmarknaðainum.

Tá ein teirra sær hvussu kvinnurnar uppføra seg til eina »Chippindales«-framførslu, fær hann tað hugskot, at teir eisini skulu fara at gera eina slíka.

Hann fær hinar fimm við uppá hugskotið og teir fara undir venjingarnar við heilum hjarta.

Kropsliga eru menninir ikki eins væl fyri og teirra fyrimyndir, »The Chippendales« og tí mugu teir finna okkurt sum kann javna henda mismun.

Niðurstøðan er, at »stripshow« teirra endar við, at teir standa á pallinum, sum Várharra hevur skapt teir

Leikararnir í filminun eru m.a. Robert Carlyle, Tom Wilkinson, Mark Addy, Paul Barber og Steve Huison.

Tað eru Peter Cattaneo, og Uberto Pasolini, sum hava gjørt filmin.