Glið komið á fótbóltin

Fótbóltur: Eftir eina trilvandi byrjan er ferð nú komin á kappingina um løgmanssteypið, og um vikuskiftið vórðu ikki færri enn 10 dystir spældir, harímillum eini tveir, sum fingu eitt rættiliga óvæntað úrslit

Tey flestu av teimum tólv liðunum, sum framvegis eru við í kappingini um løgmanssteypið, høvdu úr at gera um vikuskiftið, tá allir teir útsettu dystirnir frá kavadøgunum um páskirnar skuldu avgreiðast.

Suðuroyarliðini TB og Sumba hildu vikuskifti norðanfyri og spældu tveir dystir hvør, meðan B68 og GÍ fóru til Suðuroyar, eisini at spæla tveir dystir í part.

Tey flestu úrslitini vóru, sum fólk høvdu væntað, men tað var eitt sindur óvæntað, at TB koppaði B36 í Gundadali, og at NSÍ vann ikki minni enn 3-0 á HB í Runavík.

Bæði B68 og GÍ vunnu á Royn, men spældu javnt móti VB, og ÍF vann higartil størsta sigur í bólkaspælinum ? 11-0 á Sumba.

Ein annar stórsigur var í Klaksvík, har KÍ við Olgar Danielsen á odda vann 8-0 á FS Vágum.

Nú hava flestu liðini bert tveir dystir eftir í bólkaspælinum, og teir verða spældir mitt í vikuni og komandi vikuskifti.

Longu nú kann sigast við rímiligari vissu, hvørji trý lið enda niðast í hvør sínum bólki, men í hinum endanum er einki avgjørt í nøkrum av bólkunum.

Umframt tey trý niðastu liðini skal eitt lið afturat sáldast frá, meðan hini átta øll sleppa víðari í fjórðingsfinaluna. Men tað er ikki líkamikið, hvat lið vinnur bólkin, og hvør endar nummar tvey og trý. Fjórðingsfinalurnar verða nevniliga ikki spældar yvir tveir dystir, men bert ein. Bólkavinnararnir fáa heimavøll í fjórðingsfinalunum og skulu spæla ímóti teimum báðum 3?arunum umframt einum 2?ara.

Fjórðingsfinalurnar verða so spældar Dýra Biðidag 8. mai, og hálvfinalurnar verða 21. mai (Kristi Himmalsfaradag) og 30. mai.

Sjálv finalan verður sum nakað nýtt spæld áðrenn summarsteðgin, tann 5. juli.

Higartil hevur tað víst seg at rigga væl við nýggju skipanini við bert trimum bólkum. Hetta hevur havt við sær, at bert fáir dystir hava verið so láturliga ójavnir, sum teir ofta fyrr hava verið í steypakappingini.

Steypakappingin er eitt gott høvi hjá liðunum at fáa dystarvenjing, og hon fæst bert, um mótstøðuliðið megnar at geva mótstøðu.

Tað hava tey higartil megnað, so tað er eingin umbering, um liðini ikki eru komin í venjing, tá landskappingin byrjar um góðar tvær vikur.