Samstundis sum hann kristnaði føroyingar innlimaði hann eisini Føroyar í ríkisfelagsskap við eitt annað norðurland. Nú 1000 ár eftir eru Føroya fólk framvegis kristin, og Føroyar eru framhaldandi í ríkisfelagsskapi við eitt annað norðurland.
1000 ár sum kristin tjóð hevur evnað okkara siðalagslyndi soleiðis, at vit í dag eru sum kristin tjóð at rokna. Eitt sindur øðrvísi er tað við ríkisfelagsskapshugsjónini hjá Sigmundi. Hon nærmast dumpaði til fólkaatkvøðuna í 1946, og eftir fíggjargøluna í áttati árunum og tí eftirfylgjandi bankakanningini kom rættur kinkur á í ríkisfelagsskapinum, tá tað seinni kom fram at bankaloysnin úr Danmark hevði ein innbakaða revakøku uppá 1,5 milliardir krónur, sum vit standa til at gjalda.
Vit løgdu sjálvir lunnar undir okkara skuld í áttatiárunum, men tað skortaði ikki uppá ávaringar uttanífrá. Nú standa vit eftir við eini landskassaskuld uppá 4,5 milliardir krónur umframt tær 1,5 milliardirnar, sum stava frá okkara egna kleyvarskapi, er lítil og eingin áhugi fyri at finna politiska ábyrgdarar til. Gamaní, ein politisk § 19 nevnd er sett at kanna føroyska leiklutin í áttati árunum, men hetta er mest eitt slag av retrospektivum sjálvstudium - uttan deadline sjálvandi, tí hvat eru 4,5 milliardir krónur millum vinir? Skil tað hvør ið vil? Helst er tað meiri gevandi bert at síggja flísina í eyganum á bróðurinum og ignorera bjálkan í eins egna? Men vónandi finna vit skjótt eina manssømuliga loysn av hesum eftirhondini penibla bankamáli, sum báðir partar kunnu liva við.
Hvussu hevur annars gingið við ríkisfelagsskapshugsjónini hjá Sigmundi nú 1000 ár eftir? Vit hava framvegis ríkisfelagsskap við eitt norðurland, og hesin felagsskapur er neyvan upprunaliga sprottin av at Sigmundur hevði minnilutakenslur, tí hann var kendur fyri at trúgva á egnan mátt og megi, men hann valdi kortini at stríðast fyri ríkisfelagsskapi við eitt annað norðurland. Tað munnu vera fá lond í heiminum ið eins og Føroyar eftir 1000 ára ríkisfelagsskap (við lutfallinum 1:100), sum kunnu príða seg við framvegis at eiga sítt egna mál og mentan. Hetta má sigast at tæna okkara verandi ríkisfelagsskapslandi til miklan sóma. Tað er kanska ikki fyri einki at Danmark er kent fyri sínar ekstentialistisku frælsishugsjónar ondsmenskur.
Okkara ríkisfelagsskapur gevur okkum søgulig rættindi, men hesi rættindi ganga báðar vegir, tað eiga vit ikki at gloyma. Í einum ríkisfelagsskapi er tað tí neyðugt við góðum samstarvsvilja og evnum fyri at fáa haldgóðar loysnir og avtalur partanna millum. Ríkisfelagsskapurin gevur okkum møguleikar og rættindi verðina runt, og hevur einki við nass at gera. Fara vit hinvegin út um ríkisfelagsskapin til onnur lond fyri at fáa stuðul, eins og vit gjørdu í sambandi við Norðurlandahúsið í Havn, tá gevur tað meining at tosa um at nassa, tí har hava vit ikki somu søguligu rættindi at vísa á.
Sagt verður at ein upploysing av ríkisfelagsskapinum hevði givið føroyingum meiri frælsi. Hesin pástandur er eitt sindur av einum paradoksi, tá vit samstundis kunnu staðfesta, at fleiri danskar lógir ikki kunnu fáa gildi í Føroyum, tí tær eru ov frælsar.
Í okkara nútíðaraltjóða virknisfýsni eru 45.000 sálir á 1400 kvd. km mitt úti í Atlantarhavinum ov lítil eind til at bera eina globala umboðan við hartil hoyrandi fasilitetum. Eisini á tí sosiala-, útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðar økinum hava vit ov lítlan buffarakapasitet, meðan ein størri eind gevur báðum pørtum fyrimun. Sjálvt kollfirðingar hava nú 1000 ár eftir Sigmund funni út av hesum fyrimuni og hava lagt saman við Havnini, og fleiri koma at gera líknandi. Kollfirðingur ella Havnamaðir, føroyingur ella danskari? Tað tú ert, ert tú millum oyruni og ikki hvat ið onnur royna at skriva á ryggin hjá tær. Onki koma kollfirðingar at føla seg minni nú enn áður, tvørturímóti koma teir at fáa nógv fleiri fasilitetir og valmøguleikar, uttan at tað kostar teimum meiri, og báðir partar eru væl nøgdir - ein symbiotisk loysn, ikki ólík tí vit hava í ríkisfelagsskapinum. Í altjóða høpi eru Føroyar ikki størri enn ein evarska lítil kommuna ella landsbýur, sum EU næstan ikki tímir at tosa við, tí tað er ov orkukrevjandi hjá teimum í mun til hvat tað gevur.
Danmark er og hevur verið mongum føroyingi ein góður platformur eisini til víðari flog út í heim. Ein skal heldur ikki ferðast nógv úti í heimi, áðrenn ein finnur út av fyrimuninum við at hoyra til ein ríkisfelagskap, sum sæst á verðinskortinum uttan lup. Hjá okkum føroyingum er nógv at vinna við at vera knýtt at einum størri landi onkusvegna, har báðir partar kunnu dugna hvørjum øðrum - eitt slag av symbiosu. Eingin sáttmáli ella avtala er so lýtaleys, at hon ikki krevur broytingar og ábøtur av og á. Opportun illsinnisgleps og perfid bakbit fremja ikki nakran felagsanda og byggja onki land hvørki fyri seg sjálvan ella saman við øðrum, tað eiga vit at ásanna. Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga! Yvirorðnaða 1000 ára ríkisfelagsskapshugsjónin hjá Sigmundi - hóast ikki lýtaleys - hevur tó higartil víst sína dygd.
Ein upploysing av 1000 ára ríkisfelagsskapshugsjónini hjá Sigmundi, rúmast ikki í einum nationalromantiskum fata morgana, har skal annað og meira til. Einfaldar svart/hvítar loysnir hoyra til eina farna tíð. Jú, Sigmundur Brestisson var ein visionerur føroyingur og realpolitiskur skilamaður, hvørs hugsjónir nú skjótt hava staðið sína roynd í 1000 ár.
Regin Eikhólm