num til tann síðsta dagin, hann var arbeiðsførur. Vit komu umborð at loysa av síðsta fríggjadag í august í fjør. Kurt hevði nokk ikki følt seg heilt væl túrin frammanundan, men tí gjørdi hann ikki stóran [...] Kurt. Um hann ikki hevði eitt svar her og nú, so kendi hann seg ikki leysan av tí, hann var spurdur um, men royndi at finna, og fann ofta svarið. Vit sigldu saman fyrst frá februar 76 til septembur 78, [...] hansara vóru, minnist eg ikki. Kanska bara at práta. Bethuel, sum ikki kendi Kurt aftur, spurdi Kurt, hvør hann var. Skemtingarsamur sum Kurt var, svaraði hann: "Vit hava verið saman til skips, og tá var tú
søgu. Tí var tað ein frægd at senda honum spurningar ella kladdur til greinar ella kapitlar til kritiska gjøgnumlesing, og at fáa góð ráð. Hann var skjótur at fáa yvirlit og skilja ætlanina, og serliga gott [...] við. Vit hava vitja hvønn annan, tá tað bar til. Tá hann var til skips virkaði hann eisini sum kokkur, og tað lá væl fyri. Einaferð hann bjóðaði okkum ein túr til Fuglafirðar at vitja, borðreiddi við stoktum [...] Reinert-slagið kemur úr Kaldbak. Dan var til skips nøkur ár. Men fór so á lærara-seminarium í Haslev í Suðursjællandi. Hann gjørdist lærari í Runavík í 1975, og har var hann til hann fór á pensión í 2012. Síðan
orðsins sanna týdningi og síðst men ikki minst, ein vinur ið ein altíð visti hvar ein hevði. Eg kann ikki seta dagfesting á nær ið vit komu at kennast, men frá vit fluttu til Klaksvíkar at búgva í 1984 visti [...] vit ikki rættuliga komin at kennast, men hetta var óivað byrjanin til okkara tætta vinalag og politiska felagskap. Tá eg í 1998 var vald í Klaksvíkar býráð, var tú ein hollur stuðul at spyrja til ráðs [...] Enn í dag, ein góðan mánaða eftir at Christian andaðist, kennist tað sera tungt at hugsa um, at hann ikki er ímillum okkum longur. Christian var eitt menniskja við nógvum talentum og góðum eginleikum, ein
vitandi - ja, tað var næstan ikki eitt ting tú ikki kundi umrøða, so var Arne sum eitt umvandrandi leksikon og visti eina rúgvu um tað, mann umrøddi. Hann var ein persónur, sum ikki gjørdi nógv um seg, men [...] ábyrgdina av, skuldi verða eitt vælvirkandi og effektivt ráð, sum tryggjaði, at landsstýrismaðurin altíð var væl brynjaður við vitan og góðum grundgevingum til øll mál, sum komu frá ráðnum. Millum avrikini, sum [...] eitt sera gott vinalag eftir tíðina í landsstýrinum og høvdu javnan samband, og var hann til tað seinasta altíð til at heita á og góður í ráðum við sínu stóru vitan og lívsroyndum. Seinastu tíðina av lívinum
menniskja ? og, sum tað eitur á modernaðum máli ? ein musisk menniskja, sum ikki smæddist at lata sítt kensluliga fjølbroytni koma til sjóndar. Fulltrúa tíðina, sum er neyðug fyri at kunna virka sum sakførari [...] chefideolog javnaðarfloksins. Hugsi ikki hann smæddist við hetta, tí hann var veruliga ein av okkara frægu arkitektum-skaparum. Kári var soleiðis, saman við mær, við til allar samráðingar um øll tey samgonguskjøl [...] eru vit sannførd um, at eitt veruliga gávuríkt listafólk ikki longur er okkara ímillum. Fari veruliga at sakna møguleikarnar fyri at søkja ráð frá Kára ella hugna mær saman við honum. Flokkurin missir
sostatt ikki bangin at vera einsamøll. Eg var ofta inni hjá teimum, hon var blíð at koma inn til men um so var, at tað var langt ímillum at eg var inni á gólvinum, segði hon altíð: »Tú ert til, og nú væntaði [...] Katrina var ógvuliga góð við bygdina. Hon fór burtur at tæna til Kunoyar í húsinum Árnastovu, har var hon í nøkur ár. Síðani kom hon aftur til Haraldssunds. Katrina fór eisini á háskúla í Havn, tað var summarið [...] sá ongan uttan meg. Eitt árið um vetrartíð var nógvur vindur, og mamma mín ringdi til Katrinu og bað hana koma heim til okkara, tí tað var nógvur vindur. Ein maður var og vitjaði okkum og hann fór eftir
sína ávirkan á hana. Hennara lætta lyndi kom til sjóndar, og viljin og áræði, ið altíð hevði eyðkent hesa kvinnu, hevðI sjúkan ikki kunna bast, hon gekk til handils uttan høkjur, saman við eini dóttur sínari [...] neyvan nakar fótbóltsdystur í Fuglafirði, sum tey ikki sóu. Gamli Gordon mundi vera millum teir fyrstu, Ið gav steyp til ítróttarkappingar. Tað gjørdi hann ikki fyri sjálvur at verða sæddur ella hoyrdur, nei [...] altíð føldu okkum væl. Helma var altíð blíð og fryntlig at koma inn til, og altíð gav hon sær stundir at tosa við ungdómin. Tað var ikki nakað pátikið, nei hon hevðI áhuga fyri tí ungdómurin tókst við, og
netið. Hann mátti hava pláss rundan um seg. ” Nei nei, teir duga ikki at skjóta uppá mál og spæla ikki saman”. Hetta vórðu viðmerkingarnar til hvønn dyst.” Hevði eg verið ungur, so hevði eg gjørt minst 20 [...] Einar fór til sjós sum blaðungur, og sum 20 ára gamal flutti hann norður aftur til Fuglafjarðar at búgva. Hann giftist við Palmu Poulsen, dóttur Johan Paula og Petru, og flutti hann inn til verforeldrini [...] bara biðja okkum koma inn at kroka, helt ikki at vit skuldu leggja ov nógv fyri. Tá vit høvdu landað, vildi hann kenna vektina og ikki minst prísin. Kendu vit ikki prísin, so vóru vit alt ov lítið áhugaðir
segði altíð, at »tann, sum ikki dugir at húsast, tá ið lítið er um hendi, hann dugir heldur ikki, tá ið hann hevur nógv«. Onkuntíð gekk ikki so væl hjá babba, men hann vildi ikki leggja árarnar inn ? í mótgongd [...] gleddi seg, tá ið hann skuldi til arbeiðis; ein orsøk til lívsgleði hansara var at finna í arbeiðnum. Takk fyri at tú lærdi meg at tora at velja eftir egnum áhuga, og ikki lata onnur áhugamál forða mær [...] eyðsýnt var, at av okkum øllum, var mamma tann, sum hann helti seg mest til. Umframt mammu og okkum systkini, knýtti babba seg til mammu sína ? kanska serliga aftaná at abbi fórst við Gamla Tummas, tá ið
Tað er ikki at forstanda, at tú ikki ert millum okkum meir. Tú sum altíð var so lívsglaður og smílandi. Havi so nógv rík minnir um teg, bæði frá mínum barndómi og sum vaksin. At koma heim til tykkum, [...] sum tú hevur hjálpt til við. Øll í familjuni kunnu siga, hvussu góðar hendur tú hevði. Um tað var okkurt sum skuldi gerast, ja so vistu vit hvønn vit kundu heita á ella spyrja um ráð. Tú dugdi so væl at [...] altíð hjálpsamur, fyrikomandi og ein góður gubbi fyri meg. Tað kennist tómt, at tú ikki longur støkkur inn á gólvið til eitt prát; men eftir hava vit øll tey góðu minnini um teg, sum vit goyma í okkara