Enn í dag, ein góðan mánaða eftir at Christian andaðist, kennist tað sera tungt at hugsa um, at hann ikki er ímillum okkum longur.
Christian var eitt menniskja við nógvum talentum og góðum eginleikum, ein góður maður og pápi, ein mentamaður, inspirator, vegleiðari og javnaðarmaður í orðsins sanna týdningi og síðst men ikki minst, ein vinur ið ein altíð visti hvar ein hevði.
Eg kann ikki seta dagfesting á nær ið vit komu at kennast, men frá vit fluttu til Klaksvíkar at búgva í 1984 visti eg hvør tú var. Av álvara komu vit ikki at kennast og koma saman fyrr enn í 1990, tá ið vit fluttu norð í Jørundsgøtu at búgva.
Sigur ein Christian, so má man siga Andrias, tí tit báðir vóru saman nærum hvønn dag og tykkara vinaband var sjáldsama sterkt. Soleiðis hevur tað verið øll tey 16 árini, ið eg havi kent tykkum báðar.
Tú hugsaði altíð um onnur og vísti tað eisini í verki. Tær ferðir tú hevur hjálpt mær og mínum, við stórum og smáum, eru óteljandi. Eisini hevur tú haft nógv góð prát við okkara børn, og óivað hevur tú givið teimum onkur góð ráð.
Tað politiska var ein týðandi táttur í okkara samveru, tú var góður í ráðum, og gott var at tjakast við teg um ymisk politisk mál ið vóru á skránni. Eg avloysti Christian í sjúkhússtýrinum tíðliga í 90’unum, og ringdi hann beinanveg og ynskti mær tillukku. Hann kom oman við øllum sínum tilfari og gav mær eina holla innføring í hetta arbeiðið. Tá vóru vit ikki rættuliga komin at kennast, men hetta var óivað byrjanin til okkara tætta vinalag og politiska felagskap.
Tá eg í 1998 var vald í Klaksvíkar býráð, var tú ein hollur stuðul at spyrja til ráðs. Christian hevði eitt ótrúligt minni og kundi fortelja mær um hvønn fermetur í kommununi, hvat søgan var og nær ið hvat var hent. Christian hevði, sum øllum kunnugt, verið formaður bæði í teknisku og sosialu nevnd so hansara vitan um lokalpolitikk var sera stór.
Javnaðarflokkurin hevur nógv at takka tær fyri, tín partur lá ongantíð eftir. Tað hevur onki valstríð verið í nýggjari tíð, har Christiansa partur hevur ligið eftir.
Sjálvt um Christian var ein øgiliga útatvendur persónur, so var hann eisini bæði glaður fyri, góður við, og upptikin av hvussu tað gekk tykkara børnum. Hann fylgdi við í øllum, sum tey fingust við og var ógvuliga errin av tykkum tá ið tit høvdu avrikað nakað, ið hann helt vera gott. Hóast útatvendur so var ongin ivi, hjá okkum ið kendu Christian, at Sólfríð, børn og abbabørn vóru grundvøllurin í hansara lívi.
Vit eru nógv ið kenna stóran sakn, nú ið tú er farin, ikki minst tíni nærmastu. Vit í Jørundsgøtu vilja, við hesum fáu orðum, takka tær so hjartaliga fyri alt, ið tú hevur verið fyri okkum. Hvíl í friði góði Christian og Harrin signi tykkum, ið eftir hann sita.
Eyðgunn Samuelsen.