Minningarorð um Arna Poulsen

Leygardagin 30. januar vóru vit stór mannfjøld, sum fylgdu Arna til gravar frá Hoyvikar Kirkju - hendan vakra kalda vetrardag við einum kavakløddum Føroyum.

Stóra mannafjøldin, sum var møtt at fylgja í hesum koronatíðum, bar boð um, at nógv vóru, sum vildu vísa Arna eina seinastu heilsan og virðing.

Tað fara nógvir tankar gjøgnum høvdið, meðan mann situr i kirkjuni og minnist aftur á øll tey árini, sum Arne og eg hava kent hvønn annan, og har okkara gøtur hava krossast, hóast mong ár ímillum.

Arne var ein serligur persónur, sera gløggur og breitt vitandi - ja, tað var næstan ikki eitt ting tú ikki kundi umrøða, so var Arne sum eitt umvandrandi leksikon og visti eina rúgvu um tað, mann umrøddi. Hann var ein persónur, sum ikki gjørdi nógv um seg, men fór stillisliga við hurðunum, men tað, sum kom frá honum var altið væl umhugsað, undirbygt og greitt.

Mær untist at kenna Arna heilt aftur frá byrjanini av 80´unum, tá hann starvaðist sum virkisleiðari á Bacalao og seinni sum skrivstovustjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag frá 1984, tá eg var limur í nevndini har. 

Aftur krossaðust okkara vegir, tá eg bleiv landsstýrismaður í vinnumálum í 2008-2015, og har var tað aftur Arne sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sum ynskti mær vælkomnum og gjørdi mær greitt, at vit vóru í slekt báðir.

Arne var fyri meg ein einastandandi góður aðalstjóri. Sera nærlagdur og evnaríkur og gjørdi alt, sum stóð í síni makt, at ráðið hann hevði ábyrgdina av, skuldi verða eitt vælvirkandi og effektivt ráð, sum tryggjaði, at landsstýrismaðurin altíð var væl brynjaður við vitan og góðum grundgevingum til øll mál, sum komu frá ráðnum.

Millum avrikini, sum Arne hevði evstu umsitingarligu ábyrgdina av, kunnu nevnast fyrstu undirsjóvartunlarnir, nýggir karmar fyri alivinnuna, nýggir karmar fyri ferðavinnu, og eg kundi nevnt nógv annað.

Fíggjarkreppan herjaði frá 2008 og nøkur ár fram, og Arne var tann besti wingman, ein kundi ynskja sær í slíkum tíðum. Takk fyri tað, Arne.

Eg eri sera takksamur fyri, at mær untist at starvast saman við Arna hesi árini í  Vinnumálaráðnum. Hann var ein, mann kundi ringja til og tosa við alla tíð á døgninum og sum altíð hevði svar upp á tað, tú spurdi um ella leveraði tað, mann bað um. Vit fingu eitt sera gott vinalag eftir tíðina í landsstýrinum og høvdu javnan samband, og var hann til tað seinasta altíð til at heita á og góður í ráðum við sínu stóru vitan og lívsroyndum.  

Seinastu tíðina av lívinum stríddist Arne við sjúku, og eisini her var hann so sera greiður og avkláraður, tá vit tosaðu saman og komu inn á støðuna. Hann visti, at her kom at ganga skeiva vegin, og tað var hann eisini avkláraður við.

Arne fer altið at standa fyri mær sum ein álitismaður, ein kapasitetur og góður vinur.

Góðu Sedea, Bjarni, Svend, Elin og øll tit avvarðandi, má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. 

Við hesum fátæku orðum lýsi eg frið yvir minnið um vinin og álitismannin Arna Poulsen.