Katrina var fødd 4. januar í 1928. Foreldrini vóru Jóannes Johannesen á Heimara Valinum í Svínoy, sum giftist við Minu Rasmussen í Haraldssundi. Tey áttu 4 børn, sum vóru Bergar, Sunnva, Símun Pauli og Katrina.
Katrina var ógvuliga góð við bygdina. Hon fór burtur at tæna til Kunoyar í húsinum Árnastovu, har var hon í nøkur ár. Síðani kom hon aftur til Haraldssunds. Katrina fór eisini á háskúla í Havn, tað var summarið 1951, tá vóru tey 39 fólk.
Hon giftist við Ingvald Justesen frá Norðdepli, og keyptu tey húsini suðuri við Garðin, har tey fluttu inn. Tey fingu trý børn, men tað eina doyði. Tey høvdu so tveir synir, sum Katrina hevði heima, meðan maðurin var burturi við línubátum, har hann forvann sær pening til konuna og synirnar. Katrina bleiv tá heima og passaði uppá synirnar. Katrina var eisini í valstýrinum í mong ár her í Haraldssundi. Eisini var hon í bindiklubbanum, sum tær 8 konurnar høvdu saman í mong ár, og Katrinu dámdi væl at koma í bindiklubb.
Húsini suðuri við Garðin, vóru sostatt sunnasta húsið í bygdini, men hon treivst væl at vera sunnast í bygdini og var sostatt ikki bangin at vera einsamøll. Eg var ofta inni hjá teimum, hon var blíð at koma inn til men um so var, at tað var langt ímillum at eg var inni á gólvinum, segði hon altíð: »Tú ert til, og nú væntaði hon ikki, at hon fór at síggja meg aftur, og tá hon hevði sagt hetta, so flenti hon og spurdi meg um eg visti nøkur tíðindir at fortelja; »Katrina var altíð í góðum lag tá eg kom inn, hon segði at hon sá ongan uttan meg. Eitt árið um vetrartíð var nógvur vindur, og mamma mín ringdi til Katrinu og bað hana koma heim til okkara, tí tað var nógvur vindur. Ein maður var og vitjaði okkum og hann fór eftir henni at leiða hana heim. Hetta var um 11 tíðina um kvøldið og vit sótu og spældu kort ímeðan tað ringasta av vindinum leikaði í. Vit sótu uppi til uml. kl. 2. Tá fór hon suður aftur á Garðin, tá var veðrið við at batna. Jú hon sat ofta við kortum í hondini og legði kabal. Eg minnist oftani at Karl Klettskarð, sáli, var inni hjá Katrinu og las bløðini, sum hann ikki helt, jú eg síggi hann fyri mær, tá eg kom inn á gólvið suðuri við Garðin.
Ja, hetta eru minni, sum eg havi um Katrinu Justesen, og vil eg við hesum minnast hetta tíðarskeið. Guð vælsigni tey nærmastu, og takki eg fyri hennara tíð, ímeðan hon var hjá okkum.
Breið tínar náðiveingir,
og Jesus, yvir meg,
lat hvíld hjá tær meg finna,
mín allan lívsins veg.
Veit tú mær ráð og megi,
og lat meg dag og nátt,
av tíni náði liva,
til síðsta andadrátt.
Friður verður við minninum um Katrinu Justesen.
Andrass Jacobsen, Haraldssund