hana og kunnu bara bera henni alt gott. Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók studentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon leiðina til Keypmannahavnar, har hon las landafrøði og søgu. Tvær stórar [...] hava mann og tvey børn, meðan ein lesur, er ikki bara sum at siga tað. Ágrýtin og skilagóð sum hon var, gjørdi hon lesnaðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr [...] hugsa okkum, at hon nakrantíð fekk mannminkandi viðferð, tí persónsmenska hennara var ikki soleiðis, at tað bar til at lítilsvirða hana. Øll høvdu og hava altíð havt stóra virðing fyri henni bæði fakliga
hjartalig sum tú altíð var, komu eisini tey inn í tín klebrihjerna. Tað gekk ikki long tíð, fyrr enn eg varnaðist, at tú var ikki hvør sum helst. Kendi nógv fólk, visti hvussu tey kallaðust, aldurin á teimun [...] drongur, skuldi hann eita Arne, vóru tit stolt, og tá lítli Arne kom, ringdi tú til systrar tínar og vinkonur, sum tú ikki hevði so fáar av. Katrin, eg hoyrdi teg ofta murra sangin: Breið verndarveingir [...] skoða teg! Verð tú mítt alt í øllum, mín vísdómur, mítt ráð, lat meg hvønn dag á foldum av náði liva fá! 2. Lat onga synd mær valda, varðveit meg, tær til prís, gev mær eitt halgað sinni, títt bílæt í mær vís
tað var í gjár, at eg fekk tey ógvuliga tungu boðini, at tú so brádliga vart farin. Ikki er tað til at skilja, at tú ikki er her longur. Vit spyrja hví, men einki svar, og saknurin er so ómetaliga stórur [...] smíðaðu kassabilar, smáttur, flakar og annað. Tú visti altíð ráð, um tað var nakað, sum ivi var um, handaligur sum tú vart, og hugskot manglaðu ikki. Útferðatúrarnir, tá vit vóru smáir, plagdu at ganga niðan [...] í Gamlagerði, hetta var út í heim tá. So við og við, sum vit vuksu til, øktist spæliplássið hjá okkum, ja tað rakk heilt frá fjøru til fjals. Sum tilkomnir fórt tú í el-læru. Eitt skifti vart tú uttanlands
tú fórt avstað aftur til London. Vit tosaðu, skemtaðu og løgdu ætlanir um títt komandi sixpack. Sum tú sjálvur nevndi í útvarpssendingini hjá Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann mest sunni í London [...] so spentur at koma yvir aftur til London, í London vart tú komin at kenna teg “heima”. Tú hevði eina fína íbúð, fingið vinfólk og tað gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl, tað gekk super, tú [...] um alt. Vit sóðust ikki so ofta sum vit altíð tosaðu um at vit ynsktu, men ofta ringdu vit saman og “tjattaðu” á facebook. Tú hevði altíð so nógv hugskot og tók meg gjarna uppá ráð. Summi hugskot vóru
nakað eg gleddi meg til - stuttleiki, góðan drekkamunn, bollar og annað leskiligt - men ikki minst at spæla við gubba mín, ið tá var tannáringur, og sum altíð var klárur til eitthvørt rokaligt, inntil leikurin [...] fyri so nógvum fólkum í góðum aldri, men okkum vardi ikki, at tað skuldi ganga so skjótt. Tó okkara ætlanir eru ikki altíð tær røttu, og vit vita ikki, hvat Jákup varð spardur fyri, tað veit bert Hann, sum [...] Hugurin leitaði sær aftur til barnadagar suðuri í Vági, har vit við jøvnum millumbiðlum vitjaðu aftur á kendar - og fyri okkum børn - friðsælar gøtur. At leita mær niðan til Hannu fastur, vær altíð nakað
vit nú skuldu bíða til omma kom fyri seg aftur eftir hesa stóru skurðviðgerð. Eg og mamma fóru so inn á stovuna at heilsa upp á teg, áðrenn eg skuldi aftur til arbeiðis. Omma, ikki fekst tú sagt tað stóra [...] at vit, børn, ommubørn + langommubørn, áttu at farið til Danmarkar í Blokhus í summar. Omma gleddi seg til at Rut og Jóhannis skuldu koma heim til Føroyar við beiggjanum í januar og at fáa títt fimta [...] hana/hann, so kann ein ikki vera forelskaður í henni/honum alt lívið. Men abbi, har má eg siga, at eg ikki er heilt samd. At síggja abba og ommu saman var heilt ótrúligt. Líka til tað seinasta kom abbi
inn á Herluf, sum ikki slapp suður. Herluf ringdi suður seint leygarkvøld og segði ”eg eri ov seinur, men hvørjir møguleikar havi eg fyri at sleppa suður”. Vit vistu ikki eingi ráð og skeldaðust bara [...] hevur ført til at hann hevur fingið so óvanliga nógvar heilsanir á alnótini. Kanska var hann ikki so øgiliga kendur av navnið í Føroyum, men um hann vildi, kundi hann saktans gjørt trummuspælið til sítt livibreyð [...] Vit gjørdist ikki sørt skelkaðir tá ið Emil, bróður Herluf, ringdi til ein av okkum mánamorgun og segði, at nú var Herluf farin. Hann fór burtur úr okkara verð uttan pínu, sitandi hjá sær tað besta hann
árini í Keypmannahavn frá 1957 til 1964 varð knýtt eitt vinarlag okkara millum, sum kom at halda fram tá vit aftur hittust her í 1973. Hugur hansara stóð frá byrjan til sakføraravirki, og aftaná løgfrøðisligt [...] samband við Hans Peter í hesi 30 árini, síðani eg kom aftur til Keypmannahavnar, bæði sum persónligur vinur og sum góður ráðgevi í nógvum høpi. Ikki minst skal eg nevna tey mongu árini vit sótu í nevndini [...] var tey seinastu mongu árini seniorinnihavari av hesum virki og longu frá 35 ára aldri við møtirætti til hægstarætt. Hans Peter var ein maður, sum fólk beinanvegin fingu virðing fyri. Hann var rættlinjaður
fyrst til síðst, eg minnist fyrst undir krígnum, pápin, sum sigldi undir krígnum, hevði keypt mær vakrar løriftsskógvar. Fyrsta dagin, eg var í teimum, tvassaði eg í mýrulendi, so teir sóu ikki vakrir [...] gera og tað var at fara til verka, Eplini blivu goymd niðri í sandi um veturin, so tá ið farast skuldi eftir eplum ella eftir torvi, og eg var meira kridlutur, legði tú mær góð ráð: skjótari vit byrja, skjótari [...] Hannu Mariu. Átjan ár eydnaðist tykkum at fáa saman, til hon í 1975 andaðist eftir ringa sjúkralegu. Hesa sorg tók tú eisini stillisliga og klagaði ikki. Sama árið var Sandsbygd eisini fyri svárum missi,
trælabant okkum í tí ræðslustýri, sum teir útyntu í at kalla øllum Europa, fra Sicilia til Nordkap og frá Normandínum til Stalingrad. Tað var mánadagin tann 4. mars 2009 at Elwyn Griffiths andaðist í Walisiska [...] har hann vísti okkum hvussu kolaminuøki blivu plantað til vakrar parkir. Tað kann tykjast at verða einsamalt hjá ungari føroyskari gentu at flyta til so fremmant umhvørvi, men her hevði hon góðan stuðul [...] alvorlig og fitt – Elwyn sigur frá: Teir løgdu til bryggju í Sørvági og umborð á skipinum vóru útyvir soldatar eisini 3000 sokallaðir “pioners”, tað vóru menn, sum ikki kundu brúkast í herinum, herflotanum ella