Tað er ógvuliga tungt at sita her og skriva minningarorð um sín besta vin. Skjótt eru fýra mánaðir gingnir, síðan tú fór herfrá, tó er tað líka svárt enn.
Tað er, sum tað var í gjár, at eg fekk tey ógvuliga tungu boðini, at tú so brádliga vart farin. Ikki er tað til at skilja, at tú ikki er her longur. Vit spyrja hví, men einki svar, og saknurin er so ómetaliga stórur, kæri vinur. Minnini um teg kan eingin taka frá mær, og tey eru mong.
Vit eru báðir føddir í sama ári, tríggir og ein hálvur mánaður ímillum okkum. Uppvaksnir saman á Gamlavegi á Skála. Vit vóru altíð upptiknir av onkrum, smíðaðu kassabilar, smáttur, flakar og annað. Tú visti altíð ráð, um tað var nakað, sum ivi var um, handaligur sum tú vart, og hugskot manglaðu ikki.
Útferðatúrarnir, tá vit vóru smáir, plagdu at ganga niðan í Gamlagerði, hetta var út í heim tá. So við og við, sum vit vuksu til, øktist spæliplássið hjá okkum, ja tað rakk heilt frá fjøru til fjals.
Sum tilkomnir fórt tú í el-læru. Eitt skifti vart tú uttanlands, har tú arbeiddi hjá SAS. Tá dreingirnir komu, valdu tú og Hanna at flyta heimaftur á klettarnar, har tú keypti hús á Skála. Tú arbeiddi á el-deildini her, seinri arbeiddi tú hjá Pam Offshore í Noregi, har tú vart tvær vikur burtur og tríggjar heima. Eg valdi sjóvegin, men altíð tá vit vóru heima báðir, hittust vit, og vóru vit burtur, tosaðu vit saman.
Tú hevði títt blíða lyndi, visti altíð okkurt at siga frá, skemtingarsamur og fekk alt at virka so livandi. Tað gongur ikki ein dagur, at eg ikki hugsi um ymiskt, vit hava upplivað saman, bæði skemt og álvara.
Hjálpsamur vart tú eisini sum fáur. Manga hjálpandi hond hevur tú rætt mær, nú eg eisini keypti hús í bygdini. Sera dugnaligur vart tú, ongantíð ráðaleysur, og ongantíð segði tú nei. Hvat tú enn tókst við, fekst tú tað at rigga. Ja óteljandi góð minnir, sum eg vil goyma djúpt í hjarta mínum.
Veðrið var vakurt, tá tú vart lagdur til hvíldar, og sera vakurt varð sangurin sung in av Charlottu av Váli við familju, »Inntil ódnin er av«. Tú fekst eina vakra jarðarferð, og at tú hevði nógvar vinir, var øllum greitt, tá ein sá allan hin stóra skaran, ið fylgdi tær tína seinastu ferð her á foldum.
Eg hugsi um tykkum báðar Magnus og Dávid, sum hava mist tykkara kæra pápa, hann var so góður við tykkum, og teg Hannu og so tykkum Sonja og Petur Jakku og systkini, sum alt ov tíðliga mistu tykkara kæra son og bróður.
Enn ein rødd er tagnað
títt hjarta ei longur slær,
hitt blíða sermerkta brosið
ei longur á foldum ein sær.
Takk fyri alt, kæri vinur. Hvíl í friði. Vit síggjast.
Vinur tín Kartin