Minningarorð um Katrina Thomassen

studentaskúlalærara 1940-2000

 

Brátt eru fimm mánaðir farnir, síðan vit fingu deyðsboðini av Katrini. Skelkurin og sorgin vóru stór. Soleiðis er tað eyðvitað altíð, tá ið fólk í arbeiðsførum aldri brádliga verða skrykt burtur. Vit skiltu tað ikki. Katrin? Tann fyrsta sorgin er dragnað. Tað hevur tíðin við sær, men saknurin og missurin bara vaksa. Ofta, tá ið vit snara okkum á ella fara inn í roykstovuna, vænta vit at síggja hana, men tá rennur enn einaferð fram fyri okkum, at hon er farin, og vit ongantíð aftur skulu síggja hana.

Katrin var heil, har hon var, og vit minnast hana við takksemi í mongum sambondum bæði á lærarastovuni, á lærararáðsfundum, í fríkvarterunum, á námsferðum og eisini uttan skúlans gátt. Øll hava vit bara góð minnir um hana og kunnu bara bera henni alt gott.

Hon fór blaðung niður til Danmarkar og tók studentsprógv í Silkeborg í 1958. Haðan legði hon leiðina til Keypmannahavnar, har hon las landafrøði og søgu. Tvær stórar lærugreinar. Hægri lesnaði viðvíkjandi var hon sum konufólk ein slóðbrótari. Føroyskar gentur, ið lósu á hægru lærustovnunum tá, kunnu lættliga teljast á einari hond. Tíðum var lestrartíðin drúgv hjá føroyskum studentum tá, men Katrin, sum átti trý børn, átti tvey teirra, meðan hon las. Eitt er at lesa, tað er altíð strævið, men at hava mann og tvey børn, meðan ein lesur, er ikki bara sum at siga tað. Ágrýtin og skilagóð sum hon var, gjørdi hon lesnaðin burtur av sær og fór heimaftur til Føroya og var skúlanum í Hoydølum ein framúr góður og umtóktur lærari øll hesi mongu árini, til lívsdagar hennara so brádliga vóru uppi.

Katrin tók sjálvandi undir við kvinnufrígeringini, men í roynd og veru halda vit, at hon persónliga ongan tørv hevði á frígering. Vit duga illa at hugsa okkum, at hon nakrantíð fekk mannminkandi viðferð, tí persónsmenska hennara var ikki soleiðis, at tað bar til at lítilsvirða hana. Øll høvdu og hava altíð havt stóra virðing fyri henni bæði fakliga og sum menniskja.

Hugsjónarliga var Katrin javnaðarfólk, men hon plagdi at siga við einum skemtingarsomum brosi: »Í grundini eri eg anarkistur«. Tað ljóðar kanska eitt sindur ógvisligt, men tað, hon í roynd og veru sipaði til, var, at henni dámdi ikki autoritetar ella fanatismu av nøkrum slag. Katrin gav seg ongantíð í blindum undir nakað ella nakran. Katrin var Katrin. Hon látst ongantíð, hon var, tað hon var, og tað eru vit henni øll, sum kendu hana, ómetaliga takksom fyri.

Katrin var eitt fólk, sum vit, sum kendu hana, halda, tað hevur verið bæði ein framíhjárættur, ein fongur og ein heiður at hava kent. Fyri at siga tað stutt, so ríkaði hon lív okkara á so mangan hátt. Skemtingarsom var hon eisini, og henni dámdi væl at stuttleika sær saman við næmingum og lærarum bæði í skúlanum, heima og í veitslum.

Tú hvørki »snakkaði« ella sleygaði við hana, tí tað hvørki tímdi hon ella hevði stundir til. Harafturímóti var hon altíð fús at tosa um okkurt álvarsmál, og møtti tú henni til dømis í trappunum, so steðgaði hon tær ofta fyri at siga tær frá onkrum áhugaverdum, sum júst tá hevði vakt ans hennara. Hon var altíð fróð og fryntlig, og alt, sum hevði týdning, hevði áhuga hennara. Katrin var kravmikil, hon bæði gav og tók. Oysti hon ikki sjálv av vitan síni, so leitaði hon tey upp, sum hon metti kundu upplýsa hana um okkurt, sum upptók hana, ella sum hon vildi vita meira um. Vitan og innlit hennara rukku langt út um og upp um fakmørk.

Vanliga er tað soleiðis, at vit stirvna, sum vit eldast, og tað áræði og ágrýtni, sum vit einaferð høvdu, fjarar smátt um smátt burtur. Vit aftra okkum fyri at bróta upp úr nýggjum fakliga. »Best man vera sum er«, er tíðum hugsanin hjá teimum eldru, men soleiðis var Katrin ikki. Einki tókti kunna steðga henni. Í somu løtu skúlin fekk internetsamband, setti hon seg við telduna og dró upplýsingar niður úr luftini.

Í sambandi við oljuvinnuna, sum nærkast í hvørjum, hildu Katrin og Heini Eysturoy tað vera spell, at næmingar skúlans fingu ikki høvi at kunna seg um nýggju vinnugreinina. Oljufrøði er nú lærugrein á skúlanum teimum fyri at takka. Tað er í fyrra lagi fullgott prógv um, hvussu ung, ágrýtin og virkisfús hon var av lyndi í lærarayrkinum. Í seinna lagi er tað eisini prógv um, at skúlans leiðsla og Undirvísingar- og Mentamálastýrið høvdu fult álit á henni.

Katrin var trúgv sum trøllið. Hon vitjaði dúgliga mammuna, sum búði á Lágargarði tey síðstu árini, og verpápan, Tummas Thomassen (Tummas á Tryggingini), vitjaði hon eisini javnan, líka til hon sjálv fór.

Katrin, eins lítið og onnur, slapp undan sorg. Hon misti mannin, Marius Thomassen (Maia), á rættiliga ungum árum, og tað var svárt hjá okkum at síggja, hvussu sorgin nívdi hana, men hon bardi vónloysiskensluna av sær. Hinvegn hevði hon eisin mangt at frøast um. Tað var henni ein sonn gleði at síggja børnini vaksa til og klára seg væl.

Katrin var barngóð, og ommubørnini og dreingirnir hjá systrini, Elsu Bergittu og Jákupi, vóru góð við hana.

Katrin var sterk og tók okkum undir sítt veingjabreiði, og serstakliga vit, sum høvdu somu fak sum hon, hildu, satt at siga, at familja hennara eisini fevndi um okkum. Hon var ikki bara ein hissini starvsfelagi, hon var starvsfelagin. Hon stýrdi okkum landafrøðingum og lívfrøðingum við fastari hond, sum vóru vit synir hennara. Vit plagdu av og á at arga hana við tí. Hon plagdi bara at rista við høvdinum at okkum, men henni dámdi tað kortini, halda vit. Vit eru henni ómetaliga takksamir bæði fyri áhugan, hon vísti okkum, og fyri øll tey góðu ráð og hollu leiðbeiningar, hon altíð fús gav okkum. Hon átti so at siga lívið í okkum, tá ið vit av fyrstan tíð komu niðan á skúlan sum óroyndir lærarar.

Katrin var tann føddi lærarin. Hon elskaði lærarayrkið, sum var henni mestsum í holdið borið. Systirin, Elsa Bergitta, er lærari, og pápin, Poul Petersen, ættaður úr Sørvági, og mamman, Elinborg Petersen, fødd Samuelsen, ættað úr Horni í Havn, vóru bæði lærarafólk.

Hvussu væl lýdd hon var av næmingum gav at bíta, einaferð ein okkara fór gangandi eftir gongini og hoyrdi tveir næmingar práta saman. Annar spurdi hin, um tey ikki skuldu skulka frá síðsta tíma, tá svaraði hin stutt og avgjörd á málinum: »Nei, vit hava Katrina, og eg skulki ongantíð í hennara tímum«. Betri eftirmæli kann eingin lærari ynskja sær.

Vit eru ikki fullvísir í, at henni hevði dámað, at vit skrivaðu hesi minningarorðini um hana: »So ólukksáliga deilig eri eg heldur ikki«, kundi hon saktans funnið uppá at sagt, men vit mugu kortini gera tað, tað fær ikki verið øðrvísi, tí saknurin og missurin er stórur, og hvørt orðið hevur hon uppiborið.


Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Katrina Thomassen




Vinir og starvsfelagar

hennara


Jóhann Hendrik Dahl,

Heðin Hammer,

Finnur Lützen,

Poul Magnussen,

Jákup Reinert,

Annfinnur í Skála,

Heini Eysturoy