Minningarorð um Jákup Augustinussen

Vit geva okkum ikki altíð fær um, hvussu skjótt gerandisdagurin broytist. Tá vit so fáa sorgarboð, ressast vit á og geva okkum stundir at hugsa nærri um tilveruna.



Tung vóru sporini - saman við familju, vinum og kenningum - úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum niðan í stásiligu Vesturkirkjuna, kalda vetrarkvøldið fyrst í desembur.
 
Samanbitna eygnabráði á næstringum mínum, bær síni týðiligu boð um, at saknurin kendist stórur.

 
Myrkrið hevði lagt seg yvir Føroyar, og omanfyri okkum lýsti ein stjørnuklárur himmal, bert avbrotin av ljósgeislunum frá Oyggjarvegnum.
 
Gangandi niðan brekkuna hugsaði eg um orðini hjá Hera presti, sum á sín dámliga og vigaða hátt legði okkum eina við, at tílík løta er minnisløta, hóast tað kann tykjast svárt fyri tey ið varða av. Hugurin leitaði sær aftur til barnadagar suðuri í Vági, har vit við jøvnum millumbiðlum vitjaðu aftur á kendar - og fyri okkum børn - friðsælar  gøtur.
 
At leita mær niðan til Hannu fastur, vær altíð nakað eg gleddi meg til - stuttleiki, góðan drekkamunn, bollar og annað leskiligt - men ikki minst at spæla við gubba mín, ið tá var tannáringur, og sum altíð var klárur til eitthvørt rokaligt, inntil leikurin gjørdist so harmæltur, at tey í eldru vóru dempaðu okkum niður aftur á eitt meira sámuligt støði.
 
Fyri meg varð tað serliga løturnar, eg slapp við brøðrunum báðum vestur á Eiði, har alt snúði seg um fótbólt. Tað varð her stóri áhugin fyri bóltspælinum festi røtur, og sum seinni fylgdi við upp gjøgnum árini.
 
Eg minnist hvussu stoltur eg varð, tá eg hoyrdi hugvekjandi frásøgumennirnar í Útvarpi Føroya, viku eftir viku, tosa um frálíku dygdirnar hjá unga váginginum. Gaga hevur bóltin....Gaga ruddar upp....Gaga sendir bróðurin avstað....hatta er gubbi mín, hugsaði eg, og áræði, hugur og gleðin gjørdust enn størri. Í hugaheiminum hjá einum barni gerst tað ein eyðmerking av egnum samleika.
 
Tá tú seinni gerst tilvitaður um, at somu dygdirnar finnast aftur í sama persóni í dagliga umhvørvinum, har tú kann leita tær ráð, fáa eitt gott prát ella bert vera tann tú er, tá veit tú, at hesar dygdir hava djúpar røtur.
 
Jákup fór til Havnar at útbúgva seg og fáa arbeiði, men Vágs bygd og VB gloymdi hann ongantíð. Í arbeiðinum á Føroya Gjaldstovu kom hann at trívast og útinna sín manndómsgerning í meira enn 30 ár. Gløggur, nærlagdur og viðskipiligur sum hann var í øllum lívsins viðurskiftum, bleiv hann avhildin og viðurkendur.
 
Áhugamál og lívsáskoðanir høvdu vit í felag. Ítróttin, yrkisleið, politikkin og nógv annað. Í 2003 vóru vit øll 18 syskinabørnini, sum eru eftirkomarar frá Uttara Misá í Vági, samlaði til familjustevnuna í Skopun tann fagra summardag. Har eru vit avmyndaði saman fyri fyrstu og einastu ferð. Nú er ein av okkum ikki millum okkara meira. Hettar er lívsins gongd.
 
Vit vistu, at Jákup hevði fingið hervuligu sjúkuna, sum í okkara tíð beinir fyri so nógvum fólkum í góðum aldri, men okkum vardi ikki, at tað skuldi ganga so skjótt. Tó okkara ætlanir eru ikki altíð tær røttu, og vit vita ikki, hvat Jákup varð spardur fyri, tað veit bert Hann, sum øllum valdar. Jákup bar í hvussu er sjúkuna og lagnuna við tolni.
 
Góða Hanna fastur, eg havi ilt við at ímynda mær, hvussu tungt tað kennist tær at skula bera títt egna barn til seinasta hvíldarstaðin. Í mínum hugaheimi er tað neyvan ætlanin við lívinum.... men sum Jákup abbi ofta minti okkum á, ongin veit dagin og ongin veit tíman.
 
Fyri tykkum, Olevina, børn og systkin, gerst tíðin óiva einslig eina skamma stund, nú ein berandi kraft er burtur. Tað er tí gott at halda sær fyri eyga, at tíðin lekjur øll sár, eisini tykkara. Stórmenni segði fyri árum síðani, at tað ið ikki ger av við okkum, tað styrkir okkum.
 
Eg drýpi høvur, og minnist unga vágbingin í fullum blóma. Friður yvir minni um gubba mín, Jákup Augustinussen.
 
 
Bjarki Mohr.