Minningarorð um Katrin á Dul Jacobsen

Tað kennist øðrvísi og tómt í okkara tilveru, at Katrin Omma, sum vit kallaðu hana, ikki er saman við okkum longur.
Harrin hevur kallað hana heim til sín, har eingin sjúka og eingin sorg er. Nú eru tit saman aftur tú og Arne, sum andaðist fyri 7 árum síðani. Hugsi um sálm 23 vers 4 "Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær."

Vit, sum vóru um Katrin teir seinastu dagarnar, sóu ta góðsku og tolmóð, sum búði í henni, nú sjúka so tungliga legðist á hana og dagarnir fækkaðust.
Minnist væl fyri 27 árum síðani, tá ið tú arbeiddi sum fyristøðukvinna á telefonverkinum, og eg arbeiddi í Køkubúðini. Tú plagdi eftir arbeiðstíð at leggja tær leiðina framvið Køkubúðini at hyggja eftir, hvussu eg sá út. Dánial hevði nokk slatrað um okkurt. Minnist hvussu vøkur eg helt tú var. Ein flott dama sum bara við tínum atburði settið tú teg í respekt. Minnist fyrstu ferð eg kom inn til tykkara. Tú og Arne tóku eins hjartaliga ímóti mær sum tykkara egnu dóttir. Tað fyrsta tú gjørdi var, at tú bjóðaði mær í silvurbrúdleyp tykkara í november 1975. Tað var gott at kenna kærleika tykkara, og sjálvt um eg kanska ikki hevði ta røttu etikettina, havi eg aldri merkt nakað annað enn virðing og kærleika. Sjálvt míni tókst tú eisni inn at tínum hjarta. So hjartalig sum tú altíð var, komu eisini tey inn í tín klebrihjerna.
Tað gekk ikki long tíð, fyrr enn eg varnaðist, at tú var ikki hvør sum helst. Kendi nógv fólk, visti hvussu tey kallaðust, aldurin á teimun og nær tey høvdu føðingardag og so eisini øll telefonnumrini, tú dugdi.
Tað er nógv, ið eg kundi trivið í, sum vit hava havt saman. Minnist Danmarkartúrin vit gjørdu. Hugsði eisini um, hvussu gott tú dugdi við okkum ungu. Vit sótu mangan við stokkum, spældu Ludo og onnur spøl. Tú gavst tær tíð til okkum.
Eitt sum sermerkti teg Katrin var, at tú vart so ógvuliga stolt av synum tínum Dániali og Martini. Var tað nakar, sum segði nakað, forsvaraði tú teir altíð. Árini gingu, og tá Lilly og eg fingu teir til okkara makar, komu ommubørnini. Martin og Lilly fingu Hákun, Katrin og Fríðu og vit fingu Arna og Ann Gvøðny. Tá ið eg var við barn og fortaldi tær og Arna, at bleiv tað ein drongur, skuldi hann eita Arne, vóru tit stolt, og tá lítli Arne kom, ringdi tú til systrar tínar og vinkonur, sum tú ikki hevði so fáar av.
Katrin, eg hoyrdi teg ofta murra sangin: Breið verndarveingir Tínar. Hettar var ein sangur, sum tú helt segði so nógv. Tann eina reglan sigur: Lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ.
Tað var ein rík løta, vit høvdu saman dagin fyri, tú flutti heim. Vit tosaðu um henda sangin og síðani sang eg hann fyri tær. Tá merktu vit verndarveingir Harrans. Síðani takkaði eg tær fyri sonin, sum tú hevði føtt og givið mær. At síggja smíl títt, segði mær so nógv, sum eg aldri fari at gloyma.
At enda vil eg nevna, hvussu glað tú var fyri tað nýgifta parið, Ann Gvøðny og Johannes, sum tú hevði fingið í kjallaran at búgva. Tað var so trygt, at hava onkran nær, nú styrkin ikki var tann sama. Tey koma, eins og vit onnur, at sakna teg nógv.
Eisini vil eg heilsa systrunum hjá tær. Agnas, sum býr í Danmark, Ragnu og Jórunn, sum stóðu tær so nær. Má Harrin troysta okkum øll í hesum komandi døgum.
Æra, við tøkk, verði minni um vermóður mína Katrin.


Breið verndarveingir tínar,
á Jesus, yvir meg,
og lat meg hjá tær hvíla,
í øllum skoða teg!
Verð tú mítt alt í øllum,
mín vísdómur, mítt ráð,
lat meg hvønn dag á foldum
av náði liva fá!

2. Lat onga synd mær valda,
varðveit meg, tær til prís,
gev mær eitt halgað sinni,
títt bílæt í mær vís!
Lat hvørja stund meg sanna,
hjá tær er lívd og læ,
á morgni, degi, kvøldi
mær unn at kenna tað!
*Lina Sandell (V. Danielsen týddi).
????????????????????????????????

Lív