Minningarorð um Elwyn Griffiths

Tað tynnist út millum bretsku hermenninar, sum bardust fyri frælsa heimin.

Nú er enn ein av teimum farin, sum forðaðu fyri, at Nazitýskland vann á land her og trælabant okkum í tí ræðslustýri, sum teir útyntu í at kalla øllum Europa, fra Sicilia til Nordkap og frá Normandínum til Stalingrad.


Tað var mánadagin tann 4. mars 2009 at Elwyn Griffiths andaðist í Walisiska býnum Wrexham 92 ára gamal, har hann búði mesta av ævi síni saman við føroysku konu síni Ragnu, dóttir Gudmund og Ragnu Isfeld. Tey fingu tvey børn, Marion og Malcolm.


Elwyn var sera fryntligur og vinsælur maður, sum dámdi væl at siga frá søgum, og ikki minnst frá tíðini hann var hermaður í Føroyum. Tað var týðuligt, at tíðin hjá honum sum hermaður her hevði havt stóra ávirkan á hann.


Eisini var hann ein góður og kærleiksfullur ektamaður, tað merktist hvussu góður hann var við Ragnu – konuna, og altíð var hann so umhugsin og vildi henni alt tað besta og syrgdi hann altíð fyri, at hon kundi koma til Føroya at ferðast.


Vit vóru fleiri ferðir og vitjaðu tey og nutu stóran blíðskap og var Elwin um okkum, og gekk túrar við okkum í grannalagnum, har hann vísti okkum hvussu kolaminuøki blivu plantað til vakrar parkir.


Tað kann tykjast at verða einsamalt hjá ungari føroyskari gentu at flyta til so fremmant umhvørvi, men her hevði hon góðan stuðul í systrini Ingrid, sum eisini giftist við bretskum hermanni og býr í Nottingham.


Elvyn kom til landið í 1942 saman við nógvum øðrum hermonnum á troppaskipi íð legði at í Sørvági.

Hann var í Royal Artillery Regiment og í Vágunum passaði hann luftverjukanónirnar, og var har í umleið 2 ár og var síðani fluttur til Søldafjarðar, har hann kom at passa tær stóru kanónirnar, sum skuldu verja krígsskipini á Skálafjørðinum, sum tá var herflotahavn hjá bretum.


Tað var her í Søldafirði hann kom at møta Ragnu, sum var uppfostrað her hjá Petur Weyhe keypmanni.


Sum omanfyri frásagt, so dámdi Elwyn at siga frá hendingunum, sum hann hevði verið úti fyri í Føroyum sum hermaður, og haldi eg, at henda søgan er bæði humoristisk, alvorlig og fitt – Elwyn sigur frá:


Teir løgdu til bryggju í Sørvági og umborð á skipinum vóru útyvir soldatar eisini 3000 sokallaðir “pioners”, tað vóru menn, sum ikki kundu brúkast í herinum, herflotanum ella luftvápninum, so teir blivu settir á land her at gera flogvøllin, og hann skuldi gerast liðugur og verða flúgviklárur innan eitt ár og sum Elwyn segði, máttu teir arbeiða allar dagar sjálvt í stormi, kava og regni, men teir náddu málinum.

Ofta tóku hermennirnir synd í “pionerunum” sum teir stríddust í øllum veðri.


Elwyn sigur víðari frá, at tá teir eru komnir á land, vistu teir ikki hvar teir vóru, tí teir høvdu ikki fingið at vita hvar teir skuldu, so teir gittu at teir vóru antin í Noreg ella Ìslandi.

Teir stóðu á kajini og bíðaðu eftir, at vápnini og annað viðføri skuldu koma uppá land. Meðan teir soleiðis standa vápnaleysir og bíða, kemur ein riðil av uppøstum monnum, vápnaðir við spjótum og knívum rennandi móti teimum, og nú vóru góð ráð dýr, tí teir høvdu jú ongin vápn uppi á sær – teir mæla tá hvør við annan: “They dont like us here”-

Men hvat hendir- teir uppøstu menninir renna framvið hermonnunum og í bátarnar.

Tað var grindaboð – gott at hermenninir ongi vápn høvdu uppiá sær, tí so kundi mikil orrusta staðist á kajini.


Við hesum heldur skemtiligu og fittu hending fari eg at lýsa frið yvir Elwyn Griffiths, mín kæra svág.



Albert Isfeld