blivið til í bestu deildini. Tó hevur leikarin verið ein sonn málmaskina í 1. deild og U18-deildini. Í 39 dystum í 1. deild hevur Meinhard skorað 24 mál, meðan hann hevur skorað 46 mál í 44 dystum í U18-deildini [...] Vendsyssel FF, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, er við at gerast eitt satt føroyingafelag. Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru longu í felagnum, og skjótt verður almannakunngjørt, at [...] at ein triði kemur til felagið. Fyrr í summar var 18 ára gamli runavíkingurin, Meinhard Olsen, til royndarvenjing hjá Vendsyssel. Og royndarvenjingin hevur gingið somikið væl, at leikarin nú skal niður
kemur fyrrverandi forsetin í Íslandi, Vigdís Finnbogadóttir, til Føroya á vitjan. Fróðskaparsetrið skrivar á heimasíðu síni, at tað er í sambandi við, at Setrið fyllir 50 ár í ár, at Vigdís Finnbogadóttir [...] r var fjórði forseti Íslands og sat í embætinum frá 1980 til 1996. Hon var ikki einans fyrsti kvinnuligi forsetin í Íslandi, men eisini fyrsti kvinnuligi forestin í øllum heiminum. Hjartamál hennara eru [...] Finnbogadóttur í erlendum tungumálum”. Fyrrverandi forsetin vil eisini vitja Føroya Løgting fyri at takka fyri stuðulin, ið varð latin í 2009 til byggja altjóða VF-stovnin. Vigdís Finnbogadóttir verður í Føroyum
svimjarnir úr Ægir venja 9-10 ferðir um vikuna, og í gjár ringdi Dávur Winther til formannin í Ægir, Símun á Høvdanum, og segði, at Klaksvíkar Kommuna hevur Ægir í tonkunum, og um formaðurin vildi geva svimjarnum [...] hann vegna, forkvinnuna í Mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen geva teimum fimm atgongumerkir til Frændur føðingardagin leygarkvøldið. Í morgun klokkan 05.30 handaði forðmaðurin í Ægir teimum atgongumerkini [...] glaðir fyri atgongumerkini, og at Kommunan eisini hugsaði um svimjingina. Tí at vera í toppinum innan svimjing í Føroyum krevur sera harða venjing og sera nógva tíð. – Hesir fimm svimjararnir eru allir úttiknir
Føroyar spældu í gjár fyrsta dystin til NM-kappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Fyrsti dysturin var móti Svøríki í einum dysti, sum føroyska liðið tapti tepurt 2-1. Føroyar løgdu seg [...] møguleikar fyri at fáa fleiri enn tað eina málið í dystinum. Í morgin spælir U-17 landsliðið hjá Føroyum aftur. Tá møta teir Íslandi. Teir sum mannaðu føroyska liðið í gjár: Bárður á Reynatrøð – Sjúrður Pauli [...] seg annars á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki, tá álopsleikarin, Steffan Løkin skoraði fyri Føroyar. Men føroysku leikararnar kláraðu ikki at halda leiðsluna tað sum eftir var av dystinum. Ístaðin var
forkvinna í meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, er fegin um ta vælvild, sum Smyril Line hevur víst felagnum og limum tess. - Tað er ein spurningurin um at javnstilla tey, ið bera brek við hini í samfelagnum [...] Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um fylgjarakort. Avtalan bar í sær, at hereftir sleppa fólk, sum hava brúk fyri fylgjara vegna tarnið av ymsum slagi [...] Í morgin verður avtala millum Smyril Line og MBF um fylgjaraskipan undirskrivað. 18. desember skrivaðu Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF undir avtalu við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, Bjørn Kalsø
Í dag hevur bjóðar Føroyaprent í Havn og Mentunargrunnur Studentafelagsins til móttøku í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani Føroyaprent varð stovnað og 100 ár síðani, at Mentunargrunnur Studentafelagsins [...] millum arkprentið hjá Dimmalætting og Hestprent. Hetta fór fram 23. juni í 2004. – Vit skuldu hava eina kappingarføra prentsmiðju í Føroyum, og innflutningurin av prentlutum skuldi minkast. Hetta skuldi fremjast [...] lagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyaska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var yrkingarsavn hjá Janus Djurhuus, Yrkingar 1914
Roysningurin, sum varð merktur á Sørvágsfirð seint í summar, hevur nú sent í 100 dagar. Hetta var aðru ferð, hann var merktur í Føroyum og fyrru ferð sendi sendarin í 80 dagar. Sostatt hevur Náttúrugripasavnið [...] ferðir hevur roysningurin ferðast til havs. Seinasti túrurin var í november og tá ferðaðist hann eystur í Norskahav. - Túrurin á opnum havi vardi í tvær vikur, og tá hann vendi, var hann 340 fjórðingar úr Íslandi [...] ferðingarmynstrinum hjá roysninginum í eitt hálvt ár. Síðani hálvan september, hevur roysningurin mest sum alla tíðina, hildið til á firðum og undir landi á eysturlandinum í Íslandi. - Hóast hann mestu tíðina
verður givin út av Mentunargrunni Studentafelagsins. Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinnur blaðungar við amerikomonnum, sum vóru í Føroyum í sambandi við útbyggingina av Loranstøðunum. Onkrir [...] búgva allar fýra í statunum Oregon og Washington, og í fleiri førum heilt nær hvørjari aðrari. Tær siga frá teirra lagnum, maka og børnum, og hvussu lívið hevur verið í USA. Tær flestu eru í dag amerikanskir [...] aðrir innan telefyritøkur. Dagny Joensen skrivar í innganginum, at hon mangan hevur hugsað um hesar kvinnur, sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sambandið
sjálvstøðug vekingarrørsla í Fólkakirkjuni. Hon varð stovnað í 1904 og er í dag virkin innan missión í Føroyum, sjómansmissión og altjóða missión. Heimamissiónin eigur m.a. Leguhúsið í Nesvík og blaðið "Trúboðan" [...] 1. september tók Símun P. Jacobsen, sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi, við sum formaður í Høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hann avloysir Berg D. Joensen, sum hevur verið formaður síðani [...] Heimamissiónin frá. Símun ætlar sum formaður at leggja dent á at fáa enn fleiri heimamissiónsfólk virkin í tí sera umfatandi virkseminum. Heimamissiónin hevur sum motto at møta fólki, har tey eru, og tað er
landsstýrismann í heilsumálum at greiða Løgtinginum frá, hvar vit flóta í hesum máli. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, nær ebola tilbúgvingin er klár í Føroyum og hvat hann ætlar [...] ebola sjúklingar til viðgerðar í Danmark, men enn er eingin avtala um hettar enn. - Tað vil við øðrum orðum siga, at álvarligt brek er í tilbúgvingini hjá Landssjúkrahúsinum í samband við eina møguliga ebola [...] ætlar at gera fyri at tryggja at tilbúgvingin er klár sum skjótast. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at í tíðindunum í Kringvarpinum gjárkvøldið, varð staðfest, at ongar serligar draktir eru til taks hjá starvsfólkunum