Klaksvíkar Kommuna hugsar um tykkum

Hesir svimjarnir úr Ægir venja 9-10 ferðir um vikuna, og í gjár ringdi Dávur Winther til formannin í Ægir, Símun á Høvdanum, og segði, at Klaksvíkar Kommuna hevur Ægir í tonkunum, og um formaðurin vildi geva svimjarnum eina tiltrongda gávu frá Klaksvíkar Kommunu.

Hendan gáva, var kanska ikki av teimum størstu, men Dávur helt, at hon var sera tiltrongd, og har svimjarnir kundu slappa eitt sindur av frá teirra hørðu venjing, og tískil vildi hann vegna, forkvinnuna í Mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen geva teimum fimm atgongumerkir til Frændur føðingardagin leygarkvøldið.

Í morgun klokkan 05.30 handaði forðmaðurin í Ægir teimum atgongumerkini og bar heilsanina frá Klaksvíkar Kommunu, og svimjararnir vórðu sera glaðir fyri atgongumerkini, og at Kommunan eisini hugsaði um svimjingina. Tí at vera í toppinum innan svimjing í Føroyum krevur sera harða venjing og sera nógva tíð.

– Hesir fimm svimjararnir eru allir úttiknir til ávikavist HM, NM og NJM. Ægir takkar Klaksvíkar Kommunu fyri stuðulin, sigur Símun á Høvdanum, formaður í Ægir.