Ynskja at javnstilla føroyingar

Í morgin verður avtala millum Smyril Line og MBF um fylgjaraskipan undirskrivað.

 

Í morgin verður avtala millum Smyril Line og MBF um fylgjaraskipan undirskrivað. 

18. desember skrivaðu Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF undir avtalu við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, og Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um fylgjarakort.

 

Avtalan bar í sær, at hereftir sleppa fólk, sum hava brúk fyri fylgjara vegna tarnið av ymsum slagi, frá at rinda fyri tvey, tá ið tey fara á konsert, til sjónleik, ella hvat tað skal vera.

 

Nú verður hetta víðkað til eisini at fevna um uttanlandsferðir við Smyril Line.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, er fegin um ta vælvild, sum Smyril Line hevur víst felagnum og limum tess. 

 

- Tað er ein spurningurin um at javnstilla tey, ið bera brek við hini í samfelagnum, segði hon millum annað, tá hon var gestur í Rásarúminum á miðdegi.

 

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna.

 

Les eisini Nú sleppur Benjamin frá at rinda fyri tvey