Um ein mánað kemur fyrrverandi forsetin í Íslandi, Vigdís Finnbogadóttir, til Føroya á vitjan.
Fróðskaparsetrið skrivar á heimasíðu síni, at tað er í sambandi við, at Setrið fyllir 50 ár í ár, at Vigdís Finnbogadóttir hevur játtað at heiðra Setrið við einari vitjan, har hon flytur fram røðu.
Vigdís Finnbogadóttir var fjórði forseti Íslands og sat í embætinum frá 1980 til 1996.
Hon var ikki einans fyrsti kvinnuligi forsetin í Íslandi, men eisini fyrsti kvinnuligi forestin í øllum heiminum.
Hjartamál hennara eru javnstøða og tungumál, og síðan 1998 hevur hon verið goodwill-sendiharri hjá UNESCO fyri tungumál, sigur Setrið
Hon hevur virkað fyri at seta á stovn deild á Háskóla Íslands, ið skal vera altjóða granskingarsetur fyri heimsins tungumál - “Stofnun Vigdís Finnbogadóttur í erlendum tungumálum”.
Fyrrverandi forsetin vil eisini vitja Føroya Løgting fyri at takka fyri stuðulin, ið varð latin í 2009 til byggja altjóða VF-stovnin.
Vigdís Finnbogadóttir verður í Føroyum teir báðar dagarnar, 7. og 8. oktober.