Vendsyssel FF, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, er við at gerast eitt satt føroyingafelag. Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru longu í felagnum, og skjótt verður almannakunngjørt, at ein triði kemur til felagið.
Fyrr í summar var 18 ára gamli runavíkingurin, Meinhard Olsen, til royndarvenjing hjá Vendsyssel. Og royndarvenjingin hevur gingið somikið væl, at leikarin nú skal niður á flatlond at spæla fótbólt. Skiftið er ikki kunngjørt enn, men sum skilst er spælarin farin til Danmarkar at skriva undir sáttmála.
Meinhard Olsen hevur spælt 39 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, har hann tó ikki av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Bert eitt mál er tað blivið til í bestu deildini.
Tó hevur leikarin verið ein sonn málmaskina í 1. deild og U18-deildini. Í 39 dystum í 1. deild hevur Meinhard skorað 24 mál, meðan hann hevur skorað 46 mál í 44 dystum í U18-deildini. Eisini hevur hann spælt á øllum ungdómslandsliðum hjá Føroyum.